Nógvir møguleikar, men einki mál: NSÍ-B36 0-0

Frásøgn: Eyðun Gaardbo

0 – 0 ljóðar litleyst og keðiligt, men dysturin við Løkin í dag var undirhaldandi við góðum spæli og nógvum málmøguleikum.

Tað var NSÍ sum sat á øllum í fyrra hálvleiki og teir høvdu eisini eitt hav av møguleikum, men antin bjargaði Meinhard, ella fóru royndirnar framvið. Seinni hálvleikur var rímuliga javnur, har bæði lið høvdu sínar góðu løtur, men tað at Kristian – sum aftur í dag var tryggur aftasti skansi – fekk reyða kortið í síðstu løtu var ómetaliga óheppið, fyri hann og fyri liðið, nú bert ein dystur er eftir av kappingini, og tað er ikki hissini dystur, ið bíðar okkara monnum um eina viku.

Uppstillingin var nakað broytt í mun til undanfarnar dystir. Bjarki spældi á høgra bakki, Monrad og Pól spældu í miðverjuni, meðan Sjúrður var vinstri bakkur. Á miðjuni spældi Jann Martin høgri, Andras og Pól Johannes mitt fyri og Árni vinstrumegin, meðan Klæmint og Debes vóru heilt frammi.

Okkara løgdu bragdliga fyri og longu í fyrsta minutti sendi Árni – ein góðan tvørbólt flatt fram til Klæmint, sum akkurát ikki fekk fatur á bóltinum. Í 2. min. spælir Árni Debes í góða støðu, men verjan beinir bóltin út til horna. Í 5. min. sendir Árni aftur ein góðan bólt innfyri til Klæmint sum skallar, men Meinhard stórbjargar út til horna. Í 7. min. er Debes ígjøgnum í vinstru, men skotið fer framvið. Í 9. min. sendir Árni ein bólt innfyri, sum Debes skallar uppum.

Í 10. min. fáa B36-arnir fríspark, sum Kristian lættliga tekur sær av. Í 12. min. er Árni aftur uppá spæl í vinstru, leggur væl inn til Debes, sum fluktar við vinstra beint framvið nærmaru stong. Í 13. min. fær B36 fríspark einar 20 metur úti, sum fer í múrin og út til horna. Í 19. min. hava vit horna, sum kemur inn til Pól Johannes sum skallar tvørturumaftur, men har er ongin at taka ímóti og løtuna aftaná leggur Árni tvørturum til Klæmint sum skjýtur hart omanfyri. Í 28. min. spælir Pól Johannes Árna ígjøgnum í vinstru og hann sendir inn til Klæmint sum skallar omanfyri.

Í 30. min. vóru B36 í rímuligari støðu uttan at koma til skot. Í 33. min. dregur Árni ígjøgnum í vinstru, men skotroyndin fer framvið. Í 34. min. spælir Andras Árna leysan, men bólturin fekk ov nógva ferð og rullaði inn til Meinhard. Í 36. min. fáa B36-arar møguleika, aftaná ein leysan bólt, men skotið fór omanfyri. Í 43. min. er tað Jann Martin sum dregur inneftir úr høgru – spælir Pól Johannes – sum aftur sendir innum verjuna til Jann Martin, sum blívur púra leysur mitt fyri – skjýtur, men Meinhard bjargar við góðari fótparadu til horna.

Sum tað framgongur av frásøgnini, so var at hav av møguleikum í fyrra hálvleiki, og var hepni við okkum, kundu vit saktans verið á odda við fleiri málum, men soleiðis kann fótbóltur eisini vera.

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri við NSÍ-trýsti frá fyrsta bríksli. Í 47. min. er Jann Martin ígjøgnum, men verjan fær beint til horna. Í 50. min. spælir Jann Martin Pól Johannes men skotið verður blokkerað – bólturin støkkur út til Debes, sum skjýtur framvið. Í 52. min. spælir Pól ein góðan bólt til Árna, sum leggur innfyri til Debes, sum fluktar omanfyri. Løtuna aftaná eru B36-arnir vandamiklir í tveimum umførum og báðu ferð er tað Cieslewicz sum dregur ígjøgnum i høgru síðu, men onki spurdist kortini burturúr. Í 56. min. kemur Súni Olsen í góða støðu einar 20 – 25 metrar úti, skjýtur hart men Kristian bjargar uppum til horna og í 61. min. skjýtur Súni aftur og Kristian bjargar.

Í 66. min. spælir Debes Árna, sum blívur leysur stutt frammanfyri miðjuna í høgru, dregur inn ímóti málinum – leggur innfyri, men verjan kemur ímillum. Í 67. min. hava B36-arnir langskot omanfyri og í 68. min. eru B36-arnir tí nærmasta teir komu at skora í dag. Cieslewicz kom ígjøgnum í høgru og legði útfrá og har kom hart skot, sum Kristian hálvbjargaði, bólturin støkkur í ein spælara og á stongina og útaftur. Í 73. min. hevur Jens skot sum Meinhard bjargar. Í 75. minutti kemur Monrad – komin framvið – at standa púra leysur í B36 brotsteiginum, men Meinhard hálvbjargar skotroyndini og meira spurdist ikki burturúr.

Í 77. min. spælir Árni Klæmint sum skallar á stongina, men áðrenn varð dømt fyri rangstøðu. Í 81. min. hevur Jens góða skotroynd úr 20 metrum, sum Meinhard tekur sær av. Í 84. min. spælir Pól Johannes Debes í góða støðu, men Meinhard bjargar skotroyndini. Í 87. min. er Jens ígjøgnum høgrumegin, men tíverri fekk hann ikki skot á, men bleiv ístaðin taklaður av verjuni. Í 88. min. skjýtur Klæmint, men Meinhard bjargar. Í 89. min. er gott álop úr høgru síðu. Bjarki spælir Debes, sum sendir víðari til Jens, men heldur ikki hesaferð eydnaðist.

Í 90. min. er tað Arni Gregersen – sum spældi sínar fyrstu minuttir í Effodeildini í dag og kom væl frá tí – Klæmint, men verjan kom akkurát ímillum. Løtuna aftaná er B36 álop sum endar við skallara, sum Kristian loftar. Cieslewicz ger fríspark ímóti honum, øði kemur í Kristian og hann rópar eitthvørt eftir dómaranum, sum var skjótur við reyða kortinum, og so var kappingarárið hjá Kristiani liðugt fyri í ár, meðan Pætur, sum kom inn síðstu løtuna sleppur at royna seg millum stengurnar ímóti EB/Streymi næsti vikuskifti, og tað er ikki hissini uppgáva.

Sum heild um dystin haldi eg, at okkara spældu ein stak góðan dyst – har vóru góðar taktir at síggja í øllum ketum. Verjan virkaði væl hóast broytingar, meginpartin av dystinum vóru vit við yvirlutan á miðvøllinum og álopsparturin riggaði eisini væl, hóast tað hevði verið ynskiligt og ikki órímuligt við nøkrum málum. Vit kunnu í øllum førum gleðast yvir, at ein stórur partur av liðnum heldur fram komandi ár og royndirnar frá hesum árinum – har tey flestu ikki væntaðu tað stóra – fara at vera gull verdar, í royndini at klatra longur longur upp eftir stigatalvuni í komandi ári.

Næsta vikuskifti møta vit sundalagsmonnum við Margáir, og teir hava meistaraskapin at spæla fyri, men vísa okkara menn sama stríðshuga og spæl, so verður dysturin ikki nakar ”walk over” hjá sundalagsmonnum – livst so spyrst.

NSÍ – B36 0 – 0 (0-0)
Liðið hesaferð: Kristian, Bjarki, Monrad, Pól, Sjúrður (’92 Pætur), Árni (’77 Arni), Pól Johannes, Andras, Jann Martin (’Jens), Debes, Andrias og Klæmint (liðsk.).

Líknandi tíðindi