4-6 á 07

NSÍ vann 6-4 á 07 Vestur í góðveðrinum í Sørvági í dag. Okkara mál skutu Christian Høgni, Jann Martin, Einar, Klæmint, sjálvmál og Christian Høgni.

Vit sóu ein sjáldsaman dyst í dag, sum fer í NSÍ-søguna saman við øðrum tílíkum dystum. Hann minti mest um eitt heilt kappingarár. Her var ein góð byrjan, ein løta, har mestsum alt stóð í stað, eitt satt ódnarveður, og til seinast ein lukkuligur endi.

Veðrið var av tí allarbesta í Sørvági, sólin bakaði, men har var eitt lítð lot eftir vøllinum, ið órógvaði spæli í løtum bæði hjá álopi og verju.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András í málinum, Petur Pauli og Jens í miðverjuni, Jónhard og Einar á bakkunum, Jústinus og Jann Martin í maskinrúminum, Debes og Mamuka á kantunum og Christian Høgni og Klæmint frammi.

Heilt fitt at fólki hevði fylgt liðinum vestur, men tey, sum ikki komu til tíðina, mistu fleiri mál. NSÍ legði út sum eitt ódnarveður, ivaleyst í eini roynd at køva vágamennirnar beinanvegin, júst sum teir gjørdu í 9-0 dystinum í Runavík fyrr í ár.

Longu í triðja minutti endaði eitt gott álop hjá Debesi í høgru síðu við, at Jann Martin skjeyt á málmannin, sum hálvbjargaði, og síðani skjeyt Christian Høgni uppum.

Minuttin seinni breyt Jónhard ígjøgnum í høgru síðu og vann eitt horna, sum Christian Høgni skoraði uppá – støðan var 0-1.

Christian Høgni hevði eitt gott innlegg úr vinstru síðu í 7. minutti, sum Klæmint snittaði til málmannin. Og í 8. minutti førdi Christian Høgni bóltin hegnisliga (í Ingemar Stenmark stíli – um nakar minist hann) av miðjuni og framvið einum 7-8 vágamonnum út í vinstru síðu, har hann spældi bóltin flatt innfyri til Jann Martin, ið trygt setti hann í netið – 0-2.

Í 12. minutti tók Einar eit fríspark í vinstru síðu, einar 35 metrar frá málinum. Um tað var tilætlað, ella um lotið hjálpti til, taka vit ikki dgar ímillum, men bólturin fór í øllum førum í einum stórum høgum boga í høgru samankoming á 07 Vestur-málinum og inn – 0-3. So far, so good. Nú skuldi støðan sum so bara haldast í einar 80 minuttir ella so…

Einar royndi seg við frísparki úr vinstru síðu í 16. minutti, bólturin stakk útaftur fyrst til Debes, og í triðja umfarið til Mamuka, ið skjeyt uppúm.

07 Vestur hevði ikki reiðilig verið við í dystinum higartil, men í 18. minutti høvdu teir eina góða frísparksroynd, sum András bjargaði væl. Tempoið fór nú nakað av dystinum. 07 Vestur kom longur fram á vøllin, ivaleyst í eini roynd ikki at gera sama mistakið sum í Ruanvík, tá teir gróvu seg niður og blivu sundurskræddir. NSÍ-leikararnir tóktust at vera tolnir og hampiliga væl nøgdir við støðuna.

Í 33. minutti breyt Jónhard aftur í gjøgnum í høgru síðu, men skotið hjá honum fór við síðuna av. Mamuka var lívligur á vinstra kanti, og fekk stundum nokkso harða viðferð – og fingu vágamenn gula kortið fyri tað í 33. minutti. Í 35. minutti royndi Christian Høgni seg við skotið úr vinstru síðu – bólturin snittaði Klæmint og fór út. Mamuka hevði eitt gott innlegg til Christian Høgna í 36. minutti, men hann bleiv taklaður, beint tá hann skjeyt.

07 Vestur var komið longur fram á vøllin, og vóru samstundis harðari í nærdystunum. í 37. minutti vinna teir bóltin á miðjuni og seta ferð á í teirra høgru síðu. Bólturin verður lagdur innfyri til Clayton, ið skorar mitt fyri – 1-3.

Christian Høgni kontraði í 40. minutti, men lotið førdi avleveringina til Debes út. Klæmint hevi eitt forkølað skot í 41. minutti eftir langt fríspark frá Jens av miðjuni.

Clayton hevði ein møguleika í høgru síðu í 43. minutti, men András bjargaði.

Hálvleikstøðan var 1-3. NSÍ skuldi eftir byrjanini at døma kanska havt fleiri mál. Dysturin tóktist at vera avgjørdur, emn fyrst skuldu seinastu 45. minuttirnir avvgreiðast. Í steðginum bar til at keypa vaflur – tað má vera dagsins detalja 🙂

07 Vestur byrjaði annan hálvleik við at vera langt frammi á vøllinum. Hetta gav nakað av troðkan á miðjuni, men samstundis møguleikar fyri stikningum. Jónhard spældi Jann Martin leysan í 48. minutti. Og Christian Høgni royndi at senda Debes í 49. minutti. Klæmint vann eitt fríspark í vinstru síðu eftir fríspæling frá Christian Høgna í 50. minutti, men málmaðurin tók skotið hjá Einari.

Í 50. minutti bragdaði. Tað var aftur Christian Høgni, sum spældi Klæmint, ið rann framvið verjuni, og skoraði trygt – 1-4. Nú mátti vera yvirstaðið – skuldi man trúð…

Men í 54. minutti skjeyt Jón Nielsen eitt ávaringarskot á tvørtræið.

Gott samanspæl millum Christian Høgna, Jann Martin og Klæmint í 55. minutti endaði við, at skotið frá Debesi bleiv beint út til horna, sum tó einki kom burturúr.

Panic royndi seg við skotið útifrá í 56. minutti. Og í 57. minutti fekk heimaliðið brotsspark, eftir at ein leikari varð feldur í tí hann fór framvið NSÍ-verjuni í teirra høgru síðu. András tveitti seg rættan veg, og tók skotið frá Jen Eriki meistarliga. Ólukkutíð hevði dómarin sæð eitthvørt ódámligt, og valdi hann tí at geva Jens Erikki ein kjans aftrat. Hesaferð eydnaðist, og var støðan nú 2-4. Alt sá tó framvegis trygt og gott út í góðveðrinum.

Næstu løtuna vóru nógv fríspørk givin, og flestu teirra vístu seg at vera til heimaliðið. Christian Høgni fekk gult kort í 60. minutti fyri at hála ein niður. Í 62. minutti fekk 07 Vestur mál burturúr ongum. Eitt fríspark varð sent inn úr teirra høgru síðu, bólturin tóktist at vera farin út um baklinjuna nakrar metrar vinstru megin okkara mál, András fór móti bóltinum, men í somu løtu lyfti Clayton bóltin í málið úr sera spískum vinkli. Nú var knappliga bert eitt mál á muni – 3-4.Lagt var nú upp til ein spennandi enda á dystinum – og hann kom eisini.

Jann Martin hevði eitt gott skot útifrá í 65. minutti, sum fór dygst fram við málinum høgru megin. Einar hevði eitt gott fríspark minuttin seinni, sum málmaðurin tók. Og í 67. minutti skjeyt Jann Martin aftur dygst framvið, høgru megin hesa ferð.

Magnus kom inn fyri Debes í 67. minutti. Klæmint høvdaði upp um í 69. minutti eftir frísparksinnlegg frá Einar. Mamuka royndi seg við skotið úr spískum vinkli í vinstru síðu í 69. minutti. Árni kom á vølin fyri Mamuka minuttin seinni.

Í 75. minutti hevði 07 Vestur eitt vandamikið innlegg, og minuttin seinni royndi Einar seg við skotið útifrá, ið bleiv bjargað til horna. Magnus fekk gula, fyri at hála í ein vágamann í 77. minutti.

Í 81. minutti varð Klæmint feldur, men frísparkið hjá Einar fór upp um málið. Minuttin seinni kom Christian Høgni at standa nokkso leysur, men skotið fór framvið handaru stong.

07 Vestur trýstið nú aftur fyri at fáa okkurt burturúr dystinum. Trýstið tóktist at órógva okkara menn, ið til tíðir vóru eitt sindur sløsutir. Og í 85. minutti endaði galið. Eitt fríspark úr teirra høgru síðu endaði við, at bólturin kom út til Badara, ið við góðum langskotið setti hann í málið – 4-4. Guliganz vildu mestsum ikki trúgva sær sjálvum, at alt hetta stríðið hevði verið til einkis.

Men óttin varid bara í tveir minuttir. Liðskiparin Christian Høgni tók sakina í egnar hendur og setti fyri 30. ferð í dystinum ferð á – hesaferð í vinstru síðu. Flata innleggið bleiv beint í málið. Eitt vágabein gav bóltinum seinastu skumpið, men annars vóru bæði Klæmint og Jann Martin klárir at hjálpa til – 4-5.

Helgi kom inn fyri Jann Martin í 89. minutti. Panic sendi eitt fríspark við síðuna av í 91. minutti. Minuttin seinni fekk Magnus sítt næsta gula kort, tá ein 07 Vestur leikari skjeyt bóltin á hann, eftir at 07 Vestur hevði fingið fríspark – dómurin tóktist harður. Klæmint fekk sær eisini eitt gult kort fyri at hála í ein vágamann í 94. minutti.

Seinasti ivin um útfallið av dystinum varð beindur burtur, tá Christian Høgni í 95. minutti skoraði til endaligu støðuna 4-6! Málið var eitt minsturdømi um eitt skjótálop. Christian Høgni rak fram um miðjuna, spældi bóltin til Árna í vinstru síðu, sum langaði innfyri til Christian Høgna, ið var runnin inn mitt fyri málið.

Sigurin var tað vit komu eftir, málini eru altíð stuttlig at síggja, men í dag bleiv dysturin óneyðuga spennandi. Flestu áskoðararnir hjá útliðinum høvdu gjørt seg út til at njóta sólina, tá støðan var 3-0 til NSÍ eftir 12. minuttir, men ístain beliv annar hálvleikur eitt sindur av einum gysara. Álopsspælið var tó framúr – vit koma til sera nógvar kjansir og fáa heili 6 mál – flott dreingir!

Næsta sunnudag spælir NSÍ móti B71 við Løkin. Hetta er seinasti dystur í vodafonekappingini fyribils. Vit leika aftur móti HB í Havn Ólavsøkudag.

Vit hava tó (í øllum førum) tveir spennandi Europa League dystir at avgreiða – hósdagarnar 30. juni og 7. juli. Lutakastið verður í morgin og kann fylgjast beinleiðis á www.uefa.com frá kl. 12 okkara tíð.

07 Vestur-NSÍ 4-6

4′ 0-1 Christian Høgni Jacobsen
8′ 0-2 Jann Martin Mortensen
12′ 0-3 Einar T. Hansen
33′ Tórstein Mýlingstind gult kort
37′ 1-3 Clayton Nascimento
50′ 1-4 Klæmint A. Olsen
57′ 2-4 Jens Erik Rasmussen (brotssp.)
58′ Christian Høgni Jacobsen gult kort
62′ 3-4 Clayton Nascimento
67′ Jón Nielsen gult kort
77′ Magnus H. Olsen gult kort
85′ 4-4 Badara Diedhiou
87′ 4-5 sjálv.
92′ Magnus H. Olsen gult kort (reytt)
94′ Klæmint A. Olsen gult kort
95′ 4-6 Christian Høgni Jacobsen

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes (67′ Magnus), Justinus, Jann Martin (89′ Helgi), Mamuka (70′ Árni), Chr. Høgni og Klæmint

Á bonkinum eisini Magnus Pauli og Jens Martin.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=163]

Líknandi tíðindi