Betri-liðini

Heðin Askham nýggjur Effovenjari hjá NSÌ

Sum kunnugt, er Àbraham Løkin givin sum venjari á besta liðnum hjá felagnum.

Nýggjur Effovenjari verður Heðin Askham.

Heðin hevur drúgvar royndir sum venjari og hevur góð úrslit at vísa bæði sum klubbvenjari og landsliðsvenjari.

Sum venjari hjá EB/S hevur hann vunnið bæði FM og steypakappingina.

Saman við Bill M. Jacobsen hevur Heðin staðið á odda fyri føroyska U-21 landsliðnum, sum hevur fingið fleiri góð úrslit seinastu árini.

Sáttmálin við Heðin Askham er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.

Samstundis sum vit siga farvæl við Àbraham og takka honum fyri tað stóra arbeiðið hann hevur gjørt, ynskja vit Heðin hjartaliga vælkomin og góða eydnu í starvinum.

Líknandi tíðindi