Betri-liðini

Toftamenn ósigraðir í togunum

Á familjudegnum í dag varð aftur kappast í togtogan. Hendan kappingin millum bygdirnar var eitt hæddarpunkt á familjudegnum í fjør, og sæð varð við spenningi fram til hesa kappingina í ár eisini.

Liðini høvdu lagt nógv fyri. Tað hoyrdist, at liðini høvdu fyrireikað seg á tveir ymsar hættir. Okkurt liðið hevði styrkivant, meðan onnur høvdu etið nógv og gott fyri at liggja betur á takinum.

Eingin ivi var um, at vinnarin frá í fjør, Toftir, var favorittur at endurtaka bragdið frá seinast. Tó vóru nógvir vælvaksnir menn á øllum liðum – onkrir teirra vóru sverir tvørtur um herðarnar – aðrir høvdu eitt lægri tyngdarpunkt.

Eftir lutakast um innleiðandi umførini endaðu dystirnir soleiðis.

Innleiðandi umfar:
Runavík vann á Søldarfirði
Æðuvík vann á Rituvík
Toftir vann á Saltangará
Glyvrar vann á Lamba

Semifinalur fyri tapandi liðini
Søldarfjørður vann á Rituvík
Saltangará vann á Lamba

Semifinalur fyri vinnandi liðini
Runavík vann á Æðuvík
Toftir vann á Glyvrum

Dystur um 7. plássið
Rituvík vann á Lamba

Dystur um 5. plássið
Søldarfjørður vann á Saltangará

Dystur um 3. plássið
Æðuvík vann á Glyvrum

Finalan
Toftir vann á Runavík

Sostatt gjørdist greitt, at toftamenn enn einaferð tóku ferðasteypið við sær út á Toftir. Spennandi verður at síggja, hvønn taktikk hinar bygdirnar fara at leggja til komandi ár. Kanska er tíðin komin til at fáa útlendingar upp í hendan leikin eisini… livst so spyrst.

Niðanfyri eru nakrar myndir, ið Birita Hansen tók.

[nggallery id=184]

Líknandi tíðindi