U-15 KOMNIR Í HÁLVFINALUNA

 

MYND: Málskjúttarnir Brandur Olsen og Jóhannus Hansen

Við einum fult uppibornum sigri á Albion FC, hava U-15 dreingirnir leikt seg í hálvfinaluna í AIFF kappingini.

Kravið til dystin í dag var ein sigur móti Albion, skuldi dreingirnir leika seg í hálvfinaluna. Støðan undan dystinum var at AlbionFC  hevði nýggju stig, meðan Føroyar og Birmingham City høvdu seks stig hvør. Birmingham hevði norska mótstøðuliðið Tasta IL, sum hevði tapt allar sínar dystir stórt.

Okkara dreingir løgdu eitt stórt trýst á Albion FC frá byrjan av. Svartasta óhepni gjørdi at Føroyar ikki fekk nakað mál í fyrra hálvleiki. Tvær ferðir raktu Jóhannes Hansen og Pól Ingason yvirleggjaran meðan Esmar rakti stongina.

Tað var tí ímóti allari leikgongdini í fyrra hálvleiki, at Albion FC legði seg á odda, stutt fyri hálvleik. Hetta hendi eftir eitt óheppið útspark frá okkara annars dugnaliga málverja, sum legði bóltin fyri føturnar á enska áleyparanum sum takkaði fyri og setti bóltin í netið.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til Albion FC. Okkara dreingir mistu tó ikki mótið. Tíðliga í seinna hálvleiki rann Jóhannus  Hansen seg leysan mitt fyri og setti bóltin trygt í netið til støðuna 1-1. Tá umleið 15 min vóru eftir av dystinum fekk Føroyar horna í vinstru síðu. Betuel Hansen legði eitt gott innlegg innfyri málið og har var Brandur Olsen hægstur og stútaði bóltin hegnisliga ímálið til 2-1.

Føroyingarnir høvdu fult tamarhald á støðuna tað sum restaði av dystinum. Samanumtikið eitt sera flott avrik og ein fult uppiborin sigur til Føroyar.

Av tí at Birmingham bert vann 5-1 á Tasta IL, hava Føroyar leikt seg í hálvfinaluna við betri málúrtøku enn Birmingham City.

Hálvfinalan verður spæld í morgin ímóti Falkirk sum varð vinnari av bólki 1. Føroyar hava møtt Falkirk í einum vinardysti sum okkara dreingir vunnu 1-0. Spennandi verður at síggja hvussu leikur fer fram kl 13.00 í morgin. Tit frætta aftur.

[nggallery id=74]

Líknandi tíðindi