Grein úr Vespuni: Torbjørn Jacobsen

FM 2027

Við einum upptøkuøki, við væl omanfyri 3 túsund borgarum, úr Æðuvík inn á Skipanes, er tað ikki í lagi, at býarinnar besta fótbóltslið í mansdeildini livir eina ivasama tilveru í næstbestu deildini. Nú NSÍ kom uppaftur í bestu deildina, á høkjum haltandi í kjalarslóðini eftir Skála, er útgangsstøðið í veruleikanum, at liðið er no. 10 av 10 liðum í Betri deildini, nú kappingarárið byrjaði í vikuskiftinum farna.

Tað var í skýmingarløtuni, at eg nærkaðist Gundadali sunnudagin. Magn var kveikt í vánaligu vallarljósini, og áskoðarafjøldin – í bygdaskýlinum vestanfyri – bendi á, at ein ávísur spenningur er í økinum eystanfyri við Skálafjørðin, nú kappingin byrjar og felag okkara aftur telist millum tey frægaru í landinum.

HB er eitt stórfelag við størsta upptøkuøkinum í landinum. Ongin hevur vunnið meira í fótbóltssøgu okkara, og í fjør vunnu teir steypakappingina og gjørdust no. 3 í landskappingini. Ivi hevur verið sáddur um hóp teirra í ár, men slúsurnar niður í yngru deildirnar fara altíð at halda stóra høvuðsstaðarfelagnum frammi í oddinum í føroyskum fótbólti, og løgið kennist tað, at teir ikki gera meiri brúk av sínum egna tilfeingi – og menna tað – til at standa seg í kappingini við hini feløgini, sum onkur av evropiskum orsøkum nú er farin at rópa fyri Topp4.

NSÍ hevur vunnið FM einaferð og steypakappingina nakrar ferðir. Leikárið 2022 gekk tað av skriðuni, og árið í fjør var ivasamt, táið uppflytingin hóast alt eydnaðist við 13 stigum lakari enn kappingarneytin hinumegin fjørðin – Skála.

Gundadalurin hevur ein serligan status í føroyskum fótbólti, her eru nógvir dystir leiktir, av meira og minni týdningi, landsdystir líka, og her angar av søgu. Huglagið er gott, her rýkur av vón og væntan, kring um vøllin eru fleiri bygdafólk enn fólk úr Havnini, og gongdin í venjingardystunum síðan ársskiftið hava givið okkum eina bíðan eftir, at felagið fer at toga seg nakað niðan eftir tabellini fram eftir árinum. Venjarin Jens Wedeborg, sum vitjaði borgarstjóran fyri kortum, var ikki mótleysur heldur, tí var hendan løtan í høvuðsborgini hugaligari enn tær hava verið leingi.

Um dystin er at siga, at HB av góðum grundum leikti italskari enn vanligt. Ein væl konsoliderað verja – stjórnað av landsliðsmálmanninum í góðum standi – og við einum serliga kvikum álopi, sum fekk mál burturúr meirilutastøðum í vandamikla svæðinum frammanvert brotsteig okkara, eydnaðist tað ov tíðliga hjá heimaliðnum at leggja seg á odda við tveimum málum. Luftin fór kortini ongantíð úr NSÍ-kíkinum, og tað var ikki ein mótleysur uppflytari, ið leikti ímóti søguríka høvuðsstaðarliðnum við teimum nógvu steypunum í skápunum. Venjingarstøðan tykist vera í lagi, pulsur er aftur á liðnum, og táið liðið verður betri samansjóðað sum frálíður, fer tað at bera til at spæla upp ímóti teimum flestu í bestu deildini – eisini teimum bestu.

Tosið um eina plasering sum no. 4 eftir lok kappingarinnar í ár er ikki órealistiskt, tað er ein steypafinala heldur ikki, men tað krevur áhaldni og seiggj yvir tíð. Liðið er nóg gott til tað, venjarin líka og felagið liggur nú skipanarliga aftur í einari legu, sum ger tað, at vit – á lektarunum – aftur hava størri væntanir enn vit hava havt hesi seinru árini – hóast øll vita, at bestu leikararnir og dómararnir altíð sita á áskoðararókunum.

Ongin væntar, at NSÍ gerst FM´vinnari í 2024. Tað kann vera ein fyrimunur, sum liðið kortini ikki eigur at hvíla seg á. Í dag verður ofta tosað um stutt- og langtíðarmál. Hesi treyta onkursvegna hvørt annað. Langtíðarmálið hjá NSÍ eigur at vera, at vit vinna FM – føroyameistaraheitið – í 2027. Árið; – táið felagið fyllir 70 ár. Stutttíðarmálini eiga at vera, at liðið gerst no. 4 í ár, no. 3 í 2025 og no. 2 í 2026. Øll árini skal eisini gjøtlast soleiðis til miðis, at steypafinalan hartil er eitt hóskiligt mál.

Nú tjaldrið enn einaferð kom afturíaftur, og grækarismessa varð hildin í vikuni, sungu vit, ovari í grannalagnum, burturúr sanginum hjá Dahl prófasta: ”Lágt liggur tokan, køvandi tung, og myrkir for arbeiðsins degi, av myrkri og iva er fólkið sjúkt, einki álit á egnari megi.” Hetta huglagið liggur nú í kjalarslóðini, er farið, og samfeldi hugburðurin, á- og uttanfyri vøllin er, at so at siga alt fer at bera til, og tá snýr tað seg í stóran mun um at halda kós og ferð.

Í dag er grannauppgerð. Skála vitjar. Við kappingarlok í 2022 var borgarstjórin almikið happaður, nú hann helst átti tað heimsmet, at kommunan, sum átti 20% av umboðanini (í mun til 8% av fólkinum í landinum) í bestu fótbóltsdeildini, misti alt á dúrkið. Hesin fimtaparturin kom afturíaftur við kappingarlok í fjør, og nú ræður um hjá báðum feløgum at halda stand, soleiðis, at nýggja metið, at hertaka hesi 20%´ini aftur, fer at standa við frameftir. Skála stóð seg sera væl í næstbestu deildini í fjør, væl betri enn NSÍ, og alt bendir á, at tað fer at vignast felagnum væl í ár – eftir eina góða byrjan fyri lítlari viku síðan.

Stór framtøk eru gjørd á ítróttarøkinum hesi seinru árini, hóast mong halda, at tøkini kundu verið størri og trivaligari. Býráðini hesi seinru nógvu árini hava brúkt væl av orku til endamálið, – bæði undir Mýrihjalla og við Løkina. Ein tilgongd sum ongantíð steðgar, men havast skal kortini í huga, at ikki ber til at ekspandera skjótari enn fíggjarligu lunnindini halda til yvir tíð. Á sama hátt sum eitt ítróttarfelag skynsamiliga skal røkja sínar ognir, skal ein kommuna fara væl við ognunum, sum 4.400 borgarar í okkara føri nú einaferð eiga.

Vænti mær ein intensan og spennandi dyst í dag. Kundi sum borgarstjóri hugsað mær at bæði liðini vunnu, men ta avgerðina eiga bara teir, sum nú fara á vøllin heldur enn vit, sum altíð hava betri skil fyri hvussu tað fer at ganga, hvussu tað gongur og hvussu tað kundi viðurfarist, eitt orðaskifti sum gongur heilt fram at tí løtuni, táið vit aftur fara at tingast um hvussu næsti dysturin fer at vignast okkum. Júst parlamenteranin, og ymisku sjónarmiðini, millum dystirnar, ger fótbóltin meiri áhugaverdan enn so mikið annað. Ein dimensión sum ríkar okkum gerandisdagin og dystardagarnar.

Við hesum fari eg at takka øllum tykkum, sum dag og dagliga leggja lív og sál í hendan partin av samfelagi okkara, fyri vala verk, og ynskja okkum øllum ein góðan dyst við Løkina í dag. Eitt ítróttarfelag er ikki bara eitt felag fyri ítróttina, tað er ein so avgerðandi súla undir samfelagnum, at tað ikki kann metast um hana í jarðiskum virðum. So virðismikil er hon.

Líknandi tíðindi