NSÍ fótbóltsskúlin 2023

Í ár varð skipað fyri einum fótbóltsskúla fyri NSÍ´arar. Fótbóltsskúlin var skipaður yvir tveir dagar. Mánadag 26. juni var tað okkara leikarar frá U7 – U11 gentur og dreingir, ið luttóku, og týsdag 27. juni var tað leikarar frá U13 – U17 gentur og dreingir. Dagarnir vóru skipaðir eins, við venjingum sum fyrsti partur, síðani ein matarstegður og at enda við varð skipað fyri spølum og dyst.

Umleið 150 børn luttóku, og vit takka fyri góðari uppmøting og hugburð. Venjarar á fótbóltsskúlanum vóru lokalir venjarar og leikarar. Eisini vóru nógv hjálparfólk runt um tiltakið, og til tykkum øll vilja vit siga stóra takk fyri hjálpina.

Millum venjarar kann nevnast, at ein teirra var Petur Knudsen. Vit vilja takka Peturi fyri at geva sær tíð at vera við. Sigast skal, at børnini hildu tað vera kul, at Petur vandi tey 🙂

Vit síggja fram til eina góða seinnu hálvu við ungdómsfótbólti.

SAMAN STANDA VIT STERK


Líknandi tíðindi