Fjepparin: Dánial Hansen

Fjepparin hesa ferð er venjarin av 1. deild hjá NSÍ, og við sínum 179 dystum í bestu deildini hevur Dánial Hansen drúgvar royndir í femstu røð.

Navn og aldur?
Dánial Hansen, 35 ár.

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Standi sum oftast tætt vid gulu kioskina

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja eg spældi, eri nokk ein av teimum sum hevur spælt á øllum plássum, tó mest i miðverjuni.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Ahugin til fotbolt hevur altid verid har, byrjadi nokk ta babba bleyv hallarvørur, eg havi sparka nógvar tímar í høllini.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Havi sum so ongan yndisleikara, haldi at NSÍ hevur uppfostra nógvar sera góðar leikarar.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Nógvar gódar løtur sum leikari, men sum áskoðari er tað nokk dysturin í Fuglafirdi, ta vit vendu gongdini fra at verda aftanfyri 3-1 og vinnu 5-3. Annars altið stuttligt at vinna, og ikki at gloyma ta FM kom í hús í Klaksvík.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Gott samanhald og eitt lið, ið hevur viljan at vinna.

Sunnudagin møta vit TB í Trongisvági. Hvussu vildi tú lýst TB sum mótstøðulið?
TB er eitt gott lið, sum hevur fingi nógv gód úrslit, serliga á heimavølli. Styrkin er ein góð blanding ímillum ungar og royndar spælarar.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
Eg vóni at NSÍ rakar fagin, og hevur neyðuga tolið, um tað riggar vinna vit 1-0.

Líknandi tíðindi