Ein sera góð ársveitsla!

Ársveitslan hjá NSÍ var leygarkvøldið tann 3 novembur. Útselt var til veitsluna og lagið var gott ímillum gestirnar, og høvdu vit eina sera góða veitslu saman.

 

Hilmar Jan var borðstjóri undir borðhaldinum, og var hann sera væl upplagdur sum altíð. Fleiri talur vóru eisini, góður felagsangur, Mýrifípan undirhelt við góðum sangi, Harry Knudsen sang fyri gestunum og Bill Jústinussen undirhelt gestunum við góðum stíli.

 

Nýggi høvuðsvenjarin var hjá NSÍ Guðjón Thordarson var eisni á veitsluni, og var hann sera væl móttikin at øllum gestunum.

 

Í ár vóru fingu hesu heiður fyri teirra avrik á og uttan fyri vøllin:

 

Ársins stjørnuskot: Pætur Hentze

Ársins leikari: Jens Joensen

Ársins vespa: Hjalmar Jóhan Juul

Ársins herðaklapp: Stig Davidsen

 

Vit ynskja at takka øllum fyri eitt gott kappingarár, takk fyri hjálp og stuðul. Uttan góða hjálp og stuðul ber onki til. Hjartliga takk fyri øll somul.

 

Saman standa vit sterk!

 

Líknandi tíðindi