U16 Skála-NSÍa 0-8

Myndatekstur: Í hálvleikinum tosar venjarin, Egil Olsen, antin um styrki, ella ynskir  hann meiri breidd í spæli.

Skrivað hevur Trygvi Mortensen

SKÁLA – NSÍa dreingir 0 – 8 (0 – 5)
8min 0 – 1 Meinhard Olsen
10min 0 – 2 Sjúrður Arnason
11min 0 – 3 Betuel Hansen
18min 0 – 4 Meinhard Olsen
33min 0 – 5 Betuel Hansen
63min 0 – 6 Karstin Hansen
73min 0 – 7 Meinhard Olsen
78min 0 – 8 Betuel Hansen

Í allar fagrasta veðrið fóru dreingjaliðini hjá Skála og Nsí inná vøllin á Skála at spæla landskappingardyst móti hvørjum øðrum.

Tað sást rættiliga tíðliga at NSÍ var væl betri enn Skála liðið, men tó so teir royndu at stríðast alt tað teir vóru mentir.

NSÍ liðið hevur nakrar rættiliga góðar leikarar, sum vit vóna kunnu bera frukt til okkara besta lið í felaginum um nøkur ár.

Aftur til dystin á Skála. NsÍ liðið royndi at byggja spælið upp frá verjuni, við stikningum fram á miðvøllin frá Jákup Mortensen og Karstin Hansen. Vong bakkanir Meinhard Mikkelsen og Kristian Simon vóru rættiliga offensivir, og tað gav okkurt mál eisini.

Á sjálvum miðvøllinum var arbeiðshesturin Leivur Højgaard raskur sum altíð, og vann hann rættiliga nógvar bóltar. Skilagóði Rógvi Langgaard kom nakrar ferðir í dag til skotmøguleika, men hann tók ikki rættiliga av. Hans Jón Jacobsen spældi eisini væl á offensiva miðvøllinum. Í vinstra borði lá kviki Sjúrður Arnason, hann var heilt raskur at útfordra mótstøðuleikarin og skapti heilt góð innlegg. Offensivi Betuel Hansen hevði ein heilt góðan dag, spældi skilagott, og var rættiliga góður til at bróta ígjøgnum Skála verjuna. At hann so gjørdi 2 perlumál gjørdi ikki avrikið minni hjá honum í dag.

Fremstur og targetmaður á liðnum var Meinhard Olsen, hann var rættiliga sterkur ein móti einum, og Skálaverjan hevði stórtrupuleikar av honum. Eisini er hann skarpur frammnfyri málinum og fekk heili 3 mál í dag.

Munurin á liðnum í dag var alt ov stórur til at skriva eina langa frásøgn, men tað verður spennandi at fylgja hesum liðnum tá teir veruliga koma at fáa mótstøðu.

Skála hevði tó gyltan møguleika at pynta uppá úrslitið tíðliga í seinnra hálvleiki, tá okkara Karstin Hansen feldi Dávid Johansen inni í brotsteiginium.

John Arni Hjelm í NSÍ málinum fekk seg nú royndan. Hann kastaði seg skeivan veg, men skotið fór á yvirleggjaran,so har spurdist onki mál burturúr.

NSÍ gjørdi 2 skiftingar. Olgar Nielsen kom inn í álopið og Jón Heinesen kom inn í høgru miðju.

Seinnri hálvleikur var ikki so góður sum fyrri, kanska einamest tí venjarnir gjørdu nógvar broytingar á liðnum, og tískil var samanspælið ikki so gott.

Alt í alt ein fult uppiborin sigur til okkara.

Næsti dystur eigur av vera móti B36b 14. apríl. Seinast møtti B36b ikki upp, men vit í Runavík vóna at so verður ikki hesaferð.

Teir sum vóru við NSÍ hendan dystin vóru:
John Arni Hjelm, Kristian Simonsen, Jákup Mortensen, Karstin Hansen, Meinhard Mikkelsen, Leivur Højgaard, Rógvi Langgaard, Hans Jón Jacobsen, Sjúrður Arnason, Betuel Hansen, Meinhard Olsen, Jón Heinesen og Olgar Nielsen.

[nggallery id=199]

Líknandi tíðindi