Úr skotgrøvini: Bjarni Nygaard, TB

Í skotgrøvini hesaferð hava vit lýsingamannin, myndamannin og TB-fjepparan Bjarna Nygaard. Yndis TB-arin er Henrik Thomsen, og sum vera man væntar hann TB vinna í morgin

Navn og aldur?
Bjarni Nygaard, 37 í nakrar fáar dagar afturat.

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi øll dreingjaárini, líka frá smápiltum og til unglingadeildina, sum tíverri datt niðurfyri, tí vit fingu ikki mannað eitt heilt lið. Vit høvdu vant einar tveir mánaðir, so tað var eitt sindur keðiligt. Vit høvdu so møguleikan at spæla við næstbesta liðnum, men eg valdi kappróður framum tá og flutti fyrst til Havnar, so niður árið eftir, og har var eg verandi í 9 ár. Eg spældi meginpartin av tíðini sum aftasti maður, men havi eisini verið í miðverjuni.

Tín yndisleikari hjá TBÍ? – nú og/ella fyrr.
Mín yndisleikari hjá TB, sæð í søguligum perspektivi, er uttan iva Henrik Thomsen. Henrik var frammanfyri sína tíð! Skjótur, elegantur og so hevði hann ein framúr teknik. Henrik varð ofta feldur av mótspælarum, men altíð kom hann uppaftur uttan at brokka seg yvirfyri dómaranum. Ein sera sympatiskur spælari, ið so at siga øll rundan um TB elskaðu!

Í dag er torført at taka ein spælara burturúr, tí eg haldi, vit hava eitt so gott kollektiv – eg vil tó framhevja Mortensen brøðurnir, Dan og Tórður, ið enn teljast millum bestu spælarar, hóast teir eru farnir væl yvir 30, tað haldi eg er sera flott. Annars hava vit nøkur ung stjørnuskot í Poul Ingason, Gilla Sørensen og Rógva Joensen – eg eri sera spentur at síggja, hvat framtíðin fer at hava við sær fyri teir.

Størsta løtan við TB?
Størsta løtan… Huff tær eru so nógvar… Eg minnist, tá TB varð føroyameistari í 1987, tað var ein fantastisk løta – eisini 2004, tá eg júst var fluttur heim aftur, og TB flutti upp, tað gloymi eg aldrin! Men onki tekur uppflytingina í bestu deildina í fjør.TB rykti upp uppá eitt so tepurt mandat sum ein kann ímynda sær, og eg var alt kensluregistarið ígjøgnum, inntil Bojan Timic hamraði brotssparkið í kassan við Margáir, og 11-0 sigurin á EB-Streymi var veruleiki!

Í morgin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ var eitt elevatorlið, eins og TB hevur verið tað seinastu árini, men eitt, ið eg minnist frá mínari tíð í TB, var, at NSÍ hevði altíð góð ungdómslið. Tað kom tí ikki óvart á meg, at NSÍ beit seg fastan í bestu deldini, og í dag er eitt lið, ein kann rokna við! NSÍ hevur í ár verið nærum avskrivað frá byrjan, tí tit hava mist so nógvar leikarar, men teir, ið hava verið eftir, hava tikið ábyrgd! Eg havi ikki sæð NSÍ higartil í ár, men ein sterkur vilji og samanhald kann bera eitt lið langt, og tað má ein siga at NSÍ hevur víst, hóast stigatalvan kanska ikki er so stuttlig at hyggja eftir enn.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
Sum áður nevnt, so havi eg ikki sæd NSÍ í ár, men ilt er at koma framvið máltevinum hjá Klæminti, og eg rokni við, at hann verður ein sentralur spælari hjá tykkum í morgin. Hjá TB vænti eg, at Bojan Timic verður mest eyðsýndur, kanska saman við Gilla Sørensen og Rógva Joensen.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Eg vænti og trúgvi uppá ein TB sigur – 3-1 til TB. Tey bestu ynski til NSÍ restina av kappingarárinum.

Líknandi tíðindi