Betri-liðini

Helgi dagsins maður móti 07 Vestur

Tit hava valt Helga til dagsins man í 1-0 dystinum móti 07 Vestur seinasta mikukvøld. Helgi,sum spældi í miðverjuni, var eyðsýndur í dystinum. Hann hevði avgerandi taklingar, bjargaði á strikuni og mundi skorað í hinum endanum. Hann fekk 46 % (54 atkv.) av teimum íalt 117 givnu atkvøðunum.

Klæmint, sum skoraði einasta málið í dystinum, gjørdist nummar tvey við 15 % (17 atkv.). Og András gjørdist nummar trý við 10 % (12 atkv.).

Í kvøld taka vit móti ÍF við Løkin kl. 17.30. Vit vóna at síggja nógv fólk til dystin og ynskja Helga, Klæmint, András og øllum hinum góða eydnu í dystinum.
[poll id=”22″]

Líknandi tíðindi