Vælkomin Fritleif!

NSÍ og ÍF gjørdu í gjárkvøldið leiguavtalu, ið hevur við sær, at miðvallarin Fritleif í Lambanum kemur at leika fyri NSÍ, tað sum eftir er av kappingarárinum.

Fritleif, sum er 25 ár, er sera royndur spælari við 200 dystum á besta liði hjá ÍF í skjáttuni.

Vit í NSÍ fegnast um avtaluna og ynskja Fritleif hjartaliga vælkomnum við Løkin.

Líknandi tíðindi