Árni dagsins maður móti B36

Tit hava valt Árna Frederiksberg til dagsins mann í 3-1 sigrinum á B36 seinasta sunnudag.

Árni var ein sonn plága hjá B36-verjuni allan dystin og skoraði tvey mál. Hann fekk heili 29 % av teimum 196 givnu atkvøðunum.

Verjukempan Pál Mohr Joensen og Klæmint býttu annaðplássið millum sín við 16 % av atkvøðunum.

Í morgin bíðar ein stór avbjóðing í Vági, har FC Suðuroy, sum í vikuni vann á oddaliðinum, Víkingi, í steypakappingini tekur ímóti NSÍ.

Dysturin snýr seg um, hvat av liðunum fyrst skal lyfta seg úr tunga endanum av deildini.

FC Suðuroy hevur fyrsta sigurin í landskappingini til góðar, meðan NSÍ við einum sigri og øðrum úrslitum til vildar kann lyfta seg undan niðaru strikuni.

[poll id=”36″]

Líknandi tíðindi