
Líknandi tíðindi
Fjepparin: Diana L. Nielsen
Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Diana L. Nielsen. Navn? Diana L. Nielsen Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar? Ja, tað havi eg. Við miðlinjuna, har sum allar konurnar sita. Har fær man rópt eitt sindur. Spældi tú sjálv, og hvar? Eg haldi ikki, at…

Ein góður maður farin
Tað kom okkum øllum dátt við, tá deyðsboðini bórust týsmorgunin í farnu viku, at Jónsvein Knudsen var farin. Alt steðgaði upp, tí hetta gav líkasum onga meining, at hann skuldi verða tikin burtur í bestu árum, bara 54 ára gamal, og enn virkisfúsur og fullur av orku og góðum hugskotum. Hóast Jónsvein altíð hevði livað…

Vit møta KÍ sunnudagin kl 15.00
Sunnudagin kl 15.00 skal NSÍ møta KÍ í Klaksvík! Gongdin hevur ikki verið tann besta fyrsta triðingin av kappingini, tískil er tað umráðandi at gongdin hendan triðingin gerst betri, og fleiri stig koma á til Runavíkar. Seinast liðini møttust var 2 umfar í Runavík, og tá vann KÍ dystin 1-0. Nú er tað so okkara…

Festligt tiltak í Løkshøll
Komandi trý hóskvøldini verður skipað fyri festligum tiltaki í Løkshøll í Runavík. Tað eru lokalir fyriskiparar, sum skipa fyri spurnarkapping millum bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar. Tað er samstundis heitið á tiltakinum: ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfarið verður í Løkshøll skírishóskvøld kl. 20. Endamálið við tiltakinum er mangt og hvat. At samansjóva fólkið í…

Kristian Joensen gjørt sáttmála við Lyngby
Okkara ungi og evnaríki málverji sum fyrr í ár, varð útleigaður til B68, hevur gjørt sáttmála við Lyngby. Heimasíðan www.bold.dk skrivar í hesum sambandi: Lyngby har sikret sig den 21-årige færøske målmand Kristian Joensen, og Lyngby-træner Jack Majgaard mener, at han vil udgøre et godt målmandsteam med Nicklas Højlund. AGF hentede i juni Lukas Fernandes…

Tobias Wittus Olesen skiftir frá Silkeborg til NSÍ
20 ára gamli høgri bakkurin Tobias Wittus Olesen hevur í dag skrivað undir sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi restina av kappingarárinum. Tobias Wittus Olesen hevur spælt við U19-liðnum og eykaliðnum hjá Silkeborg. Hann er sostatt fyrrverandi liðfelagi hjá Betuel Hansen. Teir vóru tó bara fyrrverandi liðfelagar í 13 dagar, tí í dag gjørdist greitt, at Tobias…