Leikarin: Klæmint A. Olsen

Navn: Klæmint A. Olsen

Føddur: 17.07.90

Hagtøl hjá Klæmint á faroesoccer.com

Stað á vøllinum: Nú mest í álopinum, men havi fyrr eisini leikt á kantinum.

Høgra ella vinstra bein: Høgra, vinstra um neyðugt

Starv: Eg smíði hjá TN Bygging, sum eg eisini havi lært hjá.

Frítíðarítriv: Einki fast

Yndis matur: Føroyskur matur – ræst kjøt og ræstur fiskur

Yndis tónleikur: Lurti eftir øllum, men eri meira til tað harða slagið av tónleiki.

Yndis sjónvarpssending? Hyggi mest eftir Discovery, øllum møguligum sendingum

Títt fyrsta fótbóltsminni? Eg byrjaði at spæla í fyrsta flokki, Poul Johan sáli hjá Poulu var venjari. Annars sparkaði eg nógv í køkinum við babba.

Føroya besti leikari? Súni Olsen

Heimsins besti leikari? Messi

Yndislið í Premier League?: Manchester United

Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Einar T. Hansen og Sjúrður Jacobsen

Harðast undir venjing? Poul Jóhannus

Hevur tú nakra damu? Ja, Eyð Leitisstein

Seinasti filmurin tú sá? Johnny English Reborn

Yndis teknifilmur? Tom og Jerry

Yndis grønsak? Gularót

Hvar dámar tær at ferðast? Har, sum tað er heitt. Mær dámar eisini væl at ferðast í Føroyum.

Hvat er tín yndis keks/kaka? Ganska almindilig lagkøka

Yndis sodavatn? Faxe Kondi í blikki

Te ella kaffi? Kaffi

Dugir tú at binda slipsaknút? Ja, tað lærdi eg í 8. flokki hjá Sámal Petur.

Hvør vinnur EM? Týskland

Myndir: Birita Hansen

[nggallery id=213]

Líknandi tíðindi