NSÍ-ÍF 1-2

NSÍ tapti 2-1 móti ÍF við Løkin í kvøld. Mamuka skoraði okkara mál, meðan Chris gjørdi tey hjá ÍF.

NSÍ hevur í kvøld tapt 2-1 móti ÍF í dysti við Løkin. Vit byrjaðu betri og komu eisini á odda, men ein ágrýtin innsatsur frá ÍF í seinna hálvleiki gav teimum sigurin.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Petur Pauli, Helgi, Einar, Mamuka, Fritleif, Jústinus, Heðin, Christian Høgni og Klæmint.

Ferðin var hampiliga høg longu frá byrjanini av dystinum, og í 9. minutti legði Mamuka NSÍ á odda. Hann spældi væl saman við Christiani Høgna úti í høgru síðu, setti síðani ferð á inn móti brotsteiginum. Komin nakað mitt fyri sendi hann bóltin hegnisliga upp í trýkantin vinstrumegin – eitt sera vakurt mál.

Vit høvdu nógv góð álop miðskeiðis og seint í fyrra hálvleiki, men flestu teirra endaðu uttan veruliga skotroynd.

Einar tók fleiri fríspørk, men Jákup hevði ikki stórvegis trupulleikar av teimum.

Samanumtikið høvdu vit meiri av spælinum í fyrra hálvleiki, men ov oftani kom lítið burturúr. Ein sat tí við kensluni, at úrslitaleysu álopini kundu koma til at kosta okkum seinni í dystinum.

Og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg at vera. ÍF komu nógv grammari út í seinna hálvleik. Í 56. minutti var bólturin um at fara inn, og í 69. minutti javnaði Chris fyri ÍF. Og í 72. minutti økti Chris við at renna frá NSÍ-verjuni og lobba bóltin uppum András.

NSÍ royndi at trýsta seinastu løtuna, men Bartal fekk flestu av høgu bóltunum, ið vórðu varpaðir fram til Helga og Petur Paula, sum vóru franir fram fyri at styrkja um álopið seinastu løtuna.

Sum heild var talan um ein opnan dyst, sum kundi fara báðar vegir. Bæði liðini sluppu hampiliga lætt fram eftir vøllinum. Tó vísti ÍF seg at vera meiri málrættað í dag.

Sigurin var kærkomin fyri ÍF, sum lyfti seg av 9. upp á 7. pláss, bert eit stig frá 5. plássinum.

Fyri NSÍ var tapið skuffandi – serliga havandi heimadystirnar móti B68 og 07 Vestur, sum báðir góvu okkum týðandi sigrar, í huga.

Tað er eingin ivi um, at vit mugu royna at skava nøkur stig aftrat til okkum, um vit skulu tryggja okkum fjórða plássið. Komandi dystirnir eru truplir sunnudagsdystir á útivølli móti KÍ og síðani Víkingi. Bæði hesi liðini fara at leggja nógv fyri fyri at ogna sær stigini – tí mugu vit vera ágrytnir, samstundis sum hepnið er við okkum.

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Helgi, Einar, Mamuka (67′ Jann Martin), Fritleif (78′ Debes), Jústinus, Heðin, Christian Høgni og Klæmint (33′ Árni).

Líknandi tíðindi