Fráboðan í samband við dystin sunnudagin

Á døgurða fríggjadagin hevði Kringvarp Føroya eitt sera ærumeiðandi innslag um dystin millum NSÍ og B36 í tíðindunum. Bæði NSÍ og B36 hava gjørt vart við sína misnøgd við innslagið.

Kringvarpið hevur ikki latið við seg komið.

Starvsnevndin hjá NSÍ hevur tó tikið ta støðu, at vit kortini loyva Kringvarpinum at siga frá dystinum í morgin.

Hetta verður gjørt fyri at virða Fair Play andan innan fótbóltin, fyri at virða avtaluna millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya um sendirættindi og fyri at virða B36 og viðhaldsfólk teirra á hesum næstseinasta leikdegnum, har felagið kann gerast føroyameistari.

Fyri at vísa sína misnøgd ætlar NSI tó ikki at samstarva við Kringvarpið í samband við dystin. Leikarar og venjarar hava fingið boð um ikki at úttala seg til Kringvarpið.

NSÍ vil enn einaferð taka frástøðu frá ærumeiðandi innihaldinum í tíðindunum í Kringvarpinum. NSÍ er samstundis farið undir at kanna, um Kringvarpið skal kærast fyri brot á góðan fjølmiðlasið í samband við søguna í tíðindunum fríggjadagin.

Starvsnevndin

Líknandi tíðindi