Klæmint dagsins maður

Síðani 2-1 sigurin á HB við Løkin mikudagin hava tit valt dagsins mann. Ikki óvæntað fall valið á dupulta málskjúttan Klæmint, ið var sera vandamikil hendan dystin. Klæmint var greitt á odda í atkvøðugreiðsluni við 41 % (47 atkv.) av teimum 140 givnu atkvøðunum.

Jann Martin leikti ein góðan dyst mitt á miðjuni og gjørdist nummar tvey við 12 % (17 atkv.). Og altíð álítandi aftasti skansin, András, gjørdist nummar trý við 9 % (13 atkv.).

Vit ynskja Klæmint, Jann Martin og András hjartaliga tillukku og ynskja somuleiðis teimum og øllum hinum dreingjunum góða eydnu í spennandi dystinum móti B36 við Løkin í dag kl. 15. Vónandi møta vit fjølment at stuðla teimum.

[poll id=”26″]

Líknandi tíðindi