Ov lítið ov seint – NSÍ-ÍF 1-2
NSÍ hevur í dag tapt 1-2 móti ÍF við Løkin. ÍF legði seg á odda 0-2 í fyrra hálvleiki, áðrenn Klæmint skoraði við brotssparki eitt korter inn í seinna hálvleik.
NSÍ byrjaði við hesum 11 inni á vøllinum: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Viljormur, Jann Martin, Andras, Pól Jóhannus, Árni, Magnus og Klæmint.
Í mun til seinast byrjaði Pál í miðverjuni og Viljormur á vinstra bakki, meðan Pól Jóhannus leikti mitt á miðjuni og Magnus byrjaði frammi.
Fyrsta løtan var lívlig. ÍF kom til fleiri innlegg, sum tó ikki rættiliga gjørdust vandamikil. NSÍ royndi seg hinvegin við fleiri langskotum. Magnus hevði eitt skot, ið fór støkkandi framvið stongini í 3. minutti. Og Klæmint høvdaði beint framvið í 6. minutti, eftir at Viljormur hevði sent eitt innlegg mitt innfyri málið úr vinstru síðu.
Klæmint var um at fáa ein frírennara í 8. minutti, tá hann ÍF-verjan stóð høgt á vøllinum, men offside varð dømt. Pól Jóhannus sendi eitt heldur forkølað skot móti ÍF-málinum í 10. minutti, eftir at Viljormur hevði spælt bóltin útfrá. Yvirhøvur tóktust flestu kjansirnir í dag, kanska serliga í fyrra hálvleiki, at koma úr okkara vinstru síðu.
Jann Martin sendi eitt fríspark í múrin í 17. minutti. Næstu 3. minuttirnar høvdu vit heili 5 hornaspørk, sum tó vóru úrslitaleys.
Vit høvdu nógvar deyðbóltar í dag, fleiri fríspørk og eitt hav av hornaspørkum – tað kundi verið ynskiligt, at fleiri av hesum løgdu trýst á mótstøðuliðið.
Júst sum ein kendi, at NSÍ hevði fingið yvirtakið, stýrdi Thomas Asmussen, í 21. minutti, bóltin í málið við høvdinum mitt fyri eftir innlegg úr okkara høgru síðu.
Málið tóktist at skelka okkara menn. Heldur enn at reisa seg, tók útiliðið meira yvir, meðan spælið hjá NSÍ hekk illa saman.
Eini tvey skot vóru tó. Magnus skjeyt hart lágt framvið stongini útifrá í 30. minutti, og Klæmint sendi ein bólt nokkso langt við síðuna av í 31. minutti.
Men so varð aftur galið. Í 34. minutti hevði ÍF horna í okkara vinstru síðu. Bólturin kom innfyri og stakk síðani út til Jan Ó. Ellingsgaard, sum stæddur á brotsteigarmarkinum hálvfluktaði bóltin í málið til 0-2.
Seinastu løtuna av hálvleikinum royndi NSÍ at koma sær longur fram á vøllin uttan at stórvegis spurdist burturúr.
Eftir eina sera opna byrjan var tað hugstoytt at vera aftanfyri 0-2 í hálvleikinum. ÍF ernaðist bara av fyrra málinum, meðan NSÍ ikki megnaði at svara aftur, men ístaðin fekk eitt mál afturat ímóti sær.
NSí legði betur fyri í seinna hálvleiki. Monrad sendi eitt gott innlegg innfyri í 47. minutti, men Klæmint, sum var púra leysur, bleiv so mikið órógvaður av ÍF-verjuni, at skot ikki rættiliga kom á.
Vit fingu aftur deyðbóltar, sum einki góvu. Vit høvdu eitt horna í 49. minutti, og Magnus sendi eitt fríspark beint uppum í 50. minutti. Og Klæmint sendi eitt fríspark dygst framvið handaru stong í 54. minutti. Pól Jóhannus royndi seg eisini við einum langskotið uppum í 56. minutti eftir NSÍ-press í vinstru síðu.
Í 62. minutti eydnaðist endiliga hjá NSÍ at fáa mál. Trunkaspæl í ÍF-brotsteiginum hevði við sær, at Klæmint varð feldur. Klæmint sendi trygt bóltin upp í høgra málhorn til 1-2.
NSÍ-leikararnir fingu nú rættiliga vónina aftur. Eitt sera gott NSÍ-álop í 65. minutti, har Andras og Jann Martin spældu væl saman á miðjuni, áðrenn Jann Martin legði bóltin innfyri, endaði tíverri við, at ÍF-verjan kom fyri skotið hjá Árna. Í 71. minutti gjørdist Klæmint júst ov stuttur, tá Árni sendi ein lnagan bólt fram eftir NSÍ-kontra.
Debes kom á vøllin fyri Andras í 75. min. Debes fór á høgra kant, meðan Jann Martin fór mitt á miðjuna.
Viljormur royndi seg við skoti í 77. minutti, men tað bleiv blokerað. Árni sendi eitt fríspark langt uppum ÍF-málið í 79. minutti.
Seinastu løtuna tóktist ÍF at vera nøgt við støðuna, meðan NSÍ stríddist fyri at bjarga einum stigi.
Klæmint fekk ikki rættiliga kraft á høvdaran eftir innleggi frá Viljormi í 81. minutti. Eitt innlegg frá Árna varð beint uppum av ÍF-verjuni í 83. minutti. NSÍ royndi seg við einum horna aftrat. Og síðani royndi Pól Jóhannus at høvda eitt innlegg frá Viljormi í 85. minutti, men heldur ikki hann fekk ferð á. Klæmint royndi seg somuleiðis við einum høvdara eftir innlegg frá Viljormi í yvirtíðini.
Seinasta møguleikan hjá NSÍ fekk Magnus, sum sendi eitt skot dygst framvið handaru stong langt inni í yvirtíðini. Síðani bríkslaði Eiler Rasmussen fyri seinastu ferð, og 1-2 tapið varð veruleiki.
NSÍ byrjaði dystin hampiliga væl, og í seinna hálvleiki vístu teir góðan stríðsvilja. Men ÍF var meiri vandamikið í avgerandi løtum og stóð væl í verjupartinum, tá NSÍ trýsti.
Tað var eitt sindur hugstoytt, at okkara dreingir ikki megna at reisa seg eftir at vera komnir afturum 0-1. Tað var eisini spell, at so nógvir deyðbóltar – kanska eini 6 fríspørk í vandamiklum støðum og eini 8-10 horna – einki úrslit geva. Men hetta er alt nakað, sum man kann arbeiða við.
Hini liðini í niðara enda av EFfo-deilidini, FC Suðuroy, TB og B68 taptu eisini í dag. Men næsta vikuskifti møta vit B68 á Svangaskarði, og tá verður av sonnum talan um ein 6-stigsdyst.