Óli dagsins maður móti KÍ

Tit hava valt Óla til dagsins mann í dystinum móti KÍ seinasta leygardag. Óli hevur verið sera eyðsýndur mitt á miðjuni seinastu dystirnar, og soleiðis var eisini í KÍ-dystinum. Tit góvu Óla 24 % av teimum 130 givnu atkvøðunum.

Klæmint og Árni, sum vóru sera týðandi í álopsspælinum hendan dagin, fingu báðir 14 % á øðrum plássinum.

Í dag kl. 16 taka vit móti Víkingi við Løkin. Komið og stuðlið okkara dreingjum.

Saman standa vit sterk!

[poll id=”33″]

 

Líknandi tíðindi