Ábreiðsla til Kringvarpið og Fótbóltssambandið
Starvsnevndin hjá NSÍ vil við hesum koma við einari sterkari ábreiðslu til Kringvarp Føroya og til Fótbóltssamband Føroya, sum í tíðindunum á døgurða leggja NSÍ undir at hava í hyggju at tapa dystin móti B36 nú sunnudagin.
NSÍ og B36 hava leikt tveir sera intensar og málríkar dystir í ár, og hava vit sæð fram til ein slíkan dyst sunnudagin eisini. Vit hava sæð dystin sum eyka spennandi, eftirsum føroyameistaraheitið kann avgerast hendan dagin ella útsetast til seinasta leikdag.
Almenna Kringvarpið eigur ikki at spreiða slatur og sleyg.
Og tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at Fótbóltssamband Føroya sjálvt undirgrevur sjálvan Fair Play andan við at ákæra eitt felag fyri at vilja tapa ein dyst í bestu deildini við vilja.
FSF eigur altíð at eggja føroyskum fótbólti til at virða Fair Play, men í hesum førinum koma illteinkingar fram, ið heldur benda á, at FSF sjálvt ikki kennir og virðir Fair Play andan, sum hvørt smábarn sum spælir fótbólt, fær prentað í seg frá fyrsta venjingardegi í feløgunum kring landi.
FSF flutti sjálvt dystin í 15. umfari millum EB/S og ÍF nærum tveir mánaðir, soleiðis at hesi bæði liðini komu at leika tveir dystir innanfyri 4 dagar. EB/Streymur vann báðar hesar dystirnar, hóast ÍF sambært eygnavitnum leikti tveir fínar dystir. Eingin grettið tá eitt orð um avtala spæl millum EB/Streym og ÍF – hóast tað var til fyrimuns hjá báðum liðum, at EB/Streymur vann dystirnar. Hvar vóru Kringvarpið og FSF tá?
Sum limur í FSF fer NSÍ tí við hesum at krevja, at Fótbóltssamband Føroya kemur við einari almennari treytaleysari umbering til B36 og NSÍ, og at FSF sum skjótast alment boðar frá, at teir ikki illteinkja NSÍ og B36 fyri at ætla sær at avtala dystin sunnudagin.
Framferðin hjá Kringvarpinum og Fótbóltssambandi Føroya í hesum máli er forkastilig og kann undir ongum umstøðum góðtakast.
Starvsnevndin
Útskrift av tíðindunum á døgurða:
FSF umrøður í løtuni, hvussu tað kann tryggjast, at avtalað spæl ikki verður í Runavík sunnudagin, tá NSÍ og B36 spæla. Tað verður gjørt, tí tað frættist, at NSÍ-leikarar ætla at lata B36 vinna og harvið gerast føroyameistarar. Tað hevur við sær, at NSÍ sleppur uppí evropeisku kappingina, sum gevur væl av pengum. Avtalað spæl verður revsað hart, sigur aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro.
“700.000 kr. kunnu eftir øllum at døma avgera dystin um føroyameistaraheitið í fótbólti. Tíðindi ganga um, at NSÍ ætlar, at B36 skal vinna dystin í Runavík sunnudagin, so B36 kann gerast føroyameistari. Tað hevur við sær, at NSÍ, sum liggur á 4. plássi í landskappingini, sleppur at spæla í evropeisku kappingini, og harvið fáa einar 700.000 kr. burtur úr tí. Verður EB/Streymur hinvegin føroyameistari, so verður tað ÍF, sum sleppur við sum steypavinnari, og NSí sleppur ikki við í evropeisku kappingina. Tí eru tíðindi farin at ganga um, at NSÍ ætlar at tapa ímóti B36, fyri at tjena tær hart tiltrongdu 700.000 kr.
Virgar Hvidbro, aðarskrivari í FSF, sigur, at tíðindini um ætlaða avtalaða spælið eru eisini komin fyri oyrini á teimum í FSF, og har verður málið umrøtt. Tað hevur ljóðað, at FSF ætlar at senda fleiri eygleiðarar til dystin fyri á tann hátt at kunna avdúka eitt møguligt avtalað spæl. Til tað sigur Virgar Hvidbro, at ongin avgerð er tikin um nakað enn, men tað verður gjørt undan dystinum í Runavík sunnudagin. Aðalskrivarin í FSF sigur, at møguligt avtalað spæl verður revsað hart. Hvussu hart veit hann ikki, men hvørki FSF, UEFA ella FIFA góðtaka avtalað spæl.
At sleppa við í evropeisku kappingarnar gevur væl av pengum, galdandi hevur verið, at meistaraliðið fær 330.000 evrur ella umleið 2,5 mió. kr. fyri luttøkuna, og steypavinnararnir og nr. 3 og nr. 4 fáa 90.000 evrur ella uml. 700.000 kr. fyri at verða við í evropeisku kappingunum.
NSÍ liggur trygt á 4. plássi í kappingini, liðið kann ikki gerast nr. 3 og heldur ikki detta niður á 5. plássið.”
Og tað var Sigmar Bláberg, sum greiddi frá….