Fjepparin: Hilmar Jan Hansen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Dagsins fjeppari er millum fremstu ítróttafrásøgumennirnar í Norðurevropu og føroya stuttligasti skemtari, men næstu løtuna er Hilmar Jan Hansen fyrst og fremst NSÍ-fjeppari.

Navn og aldur?
Hilmar Jan Hansen, 46 ár.

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Ikki fast pláss, men eg plagi gjarna at standa ovast á áskoðaraplássunum eystaru megin, har skýlið eina ferð kemur. Annars velst nógv um, hvønn man rennir seg í, tí gott selskap hevur ikki einki at siga fyri, hvar eg standi og hyggi at einum dysti.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Havi mestsum ongantíð spælt skipaðan fótbólt, men eri føddur og uppvaksin við vøllin, so nokk so nógv er bleiv spælt allíkavæl. Mín leiklutur hevur nokk meira verið at skriva um og siga frá fótbólti, heldur enn frísparksperlur ella fipurbjargingar. Johan Nielsen bleiv eina ferð spurdur, um hann sum undir miðal spælari kundi nytta nakað sum venjari, og tá svaraði hann, at “tær nýtist ikki at hava verið ross fyri at vera góður reiðmaður.” Jákup hjá Bassanum plagdi annars at skemta við, at ein knæskaði forðaði fyri eini lovandi karrieru, tá eg var seks ára gamal…

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Av somu orsøk, at vøllurin var dagliga spæliplássið í grannalagnum. Minnist, tá eg var heilt lítil, at eg kundi hyggja at venjing í tímavís, eftir at foreldrini annars hildu meg vera sovnaðan… At so tað mesta av grannalagnum var fótbóltsspælarar við stórum áhugamálum í Onglandi og aðrastaðni, kundi ikki merkja annað, enn at áhugin kom.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Onkuntíð fyrr havi eg nevnt Eyðun Gaardbo og tað geri eg gleðiliga eina ferð aftrat, tí hann er ein hin mest kompletti spælarin, NSÍ hevur fostrað. Og eg veit, at tað ljóðar sum endurtøka frá Djóna, men ikki minst hevði Eyðun eginleikar sum ein góð fyrimynd. Annars var Djóni sjálvur ikki tann býttasti, umframt at nógvir av hesum ungu, sum eru uppi nú, eru sera evnaríkir og góðir spælarar.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað kundi sjálvandi verið onkur av uppflytingunum frá yoyo-tíðini, men yvir øllum stendur altso føroyameistaraheitið í 2007, sum var heilt fantastiskt – ikki minst at siga frá! Steypasigurin í 2002 stendur eisini sera frammarlaga, og enn minnist eg bløðandi skinnabein og knø eftir steypasigurin í 1986, tá NSÍ vann á LÍF á spildurnýggja graslíkinum í Gundadali við sínum hvassa sandi.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Styrkin hjá NSÍ er og hevur altíð verið, at liðið hevur havt spælarar, sum tekniskt eru væl fyri, og tað er nærum eingin árgangur farin framvið, uttan at eitt ella fleiri serlig talent hava verið at sæð. Sum nevnt omanfyri, eru fleiri góðir á veg, og mær dámar bara væl, at NSÍ sum felag gevur sínum egnu størri ans, so “keyptar loysnir” ikki sleppa at skugga fyri einum miðvísum og langsiktaðum ungdómsarbeiði, sum eisini hevur verið ein styrki. At liðið júst nú er meira “etniskt” enn leingi, kann fara at vísa seg at vera ein dygd og ein styrki, ið fer at geva úrslit í síðsta enda!

Hósdagin møta vit FC Suðuroy við Løkin. Hvussu vildi tú lýst FC Suðuroy sum mótstøðulið?
FC Suðuroy hevur tapt tepurt fyri báðum havnarliðunum, sum eru við heilt har frammi, og serliga munnu gestirnir iðra seg um, at teir skuldu tapa langt úti í yvirtíðini ímóti B36 í Havn. Eg sá nakað av dystinum í Vági sunnudagin, tá HB vitjaði, men varð ikki imponeraður. Men nú fleiri síggja fyri sær, at bæði NSÍ og FC Suðuroy fáa sítt at síggja til í botninum, kann roknast við, at FC Suðuroy er eitt torført mótstøðulið hjá NSÍ, tí hetta er jú ein av hesum dystunum, sum tað hevur so øgiliga nógv at siga, at tú ikki tapir, tí tá er skjótt at verða afturútsigldur.

Hvat væntar tú, úrslitið verður hósdagin?
Tað er einki stuttligt at vera varin, tá gitast skal, so mítt boð er, at NSÍ vinnur 3-1.

Mynd: Frithleif Olsen

Líknandi tíðindi