Javnleikur ímóti FC Suðuroy: NSÍ-FC Suðuroy 0-0

Skrivað hevur Eyðun Gaardbo

Við sigrinum á TB síðsta vikuskifti í huga, var við spenningi sæð fram til dagsins dyst ímóti FC Suðuroy, sum í báðum fyrru umførunum hevur tapt tepurt ímóti havnaliðunum. Á heimavølli ímóti FC Suðuroy eiga vit at vinna, men tíverri gjørdist tað til ein javnleik, tó at okkara vóru við yvirvág leikliga størsta partin av dystinum, men hóast eitt  skuffandi úrslit, vóru kortini glottar í spælinum, sum geva vón um at árið kortini man fara at vignast betur, enn nógvir spámenn hava verið samdir um.

Besta royndin fyrsta korterið var, tá Monrad fekk bóltin stutt uttanfyri brotsteigin og langaði til. Bólturin fór umvegis eitt FCS bein beint framvið málinum út til horna. Í 23 min. legði Árni eina langa sending innum FCS verjuna til Klæmint sum tamdi, men verjan kom ímillum. Í 31. var Klæmint ígjøgnum í høgru, legði innfyri og FCS verjan beindi bóltin út til horna. Í 34. min spældi Árni Klæmint leysan, men málmaðurin kom ímillum í síðstu løtu. Tað var langt ímillum FCS møguleikarnar, men í 34 bleiv ein sending løgd innum NSÍ verjuna og ein FCS spælari bleiv leysur, men Kristian kom væl út og fekk vart fyri í fyrstu atløgu og fekk bóltin í aðru atløgu. Í 38. min fingu vit eitt mál kolldømt vegna rangstøðu. Annars frálíkt uppspæl sum endaði við at Árni legði innfyri til Klæmint – sum arbeiddi hart sum altíð – setti bóltin trygt í netið, men tíverri bleiv dømt fyri rangstøðu. Í 46. min. legði Magnus innfyri og við handaru stong var Árni púra leysur, men tíverri fekk hann ikki skot á bóltin. Samanumtikið ein heldur tamur fyrri hálvleikur, har okkara høvdu leikliga yvirvág størsta partin av tíðini.

Í hálvleikinum fingu 3 nevndarlimir frá fyrstu nevndini í NSÍ handað blómutyssi, í sambandi við at tað í ár eru 55 ár síðani felagið bleiv stovnað. Hesi trý vóru: Niklas Foldbo (formaður), Jóhanna Olsen (kassameistari) og Jastrid á Roykheyggi (skrivari). Umframt hesi var eisini Ib Haurits sáli í fyrstu nevnd felagsins.

Seinni hálvleikur var meira undirhaldandi og var ikki meira enn ein min. gamal, tá Jann Martin – sum spældi ein góðan dyst í dag – stakk bóltin fram til Klæmint og fekk bóltin aftur stutt uttanfyri brotsteigin – langaði til og málmaðurin hjá FCS mátti í fulla longd og beindi bóltin út til horna. Í 48 min. hevði FCS eina harða skotroynd beint á Kristian sum loftaði. Í 50. min. lyfti Klæmint bóltin uppum FCS málverjan sum var komin út í brotsteiginum, men verjan fekk beint burtur og sum heild má man siga at tað var ein lívlig byrjan uppá seinna hálvleik. Í 61. min. spældi Jann Martin Árna leysan í vinstru síðu, men verjan kom ímillum. Í 64. min. høvdu vit horna í høgru síðu, bólturin kom út úr verjuni til Sjúrð sum skeyt væl omanfyri. Í 70. min. sendi Sjúrður eina langa sending fram til Klæmint sum skallaði framvið og løtuna aftaná vóru FCS um at koma ígjøgnum, men bólturin bleiv beindur út til horna. Í 77. min. spældi Sjúrður Pál – sum kom inn í seinna hálvleiki – í vinstru síðu. Pál sendi víðari til Klæmint sum skeyt við síðuna av. Í 84. min. sendi Sjúrður aftur eina langa sending fram til Magnus sum skeyt, men fekk ikki kraft á skotið sum endaði hjá málmanninum. Í 87. min. kom fríspark innfyri og Jens, sum var komin framvið, skallaði omanfyri. Í 90. min. kom besta royndin í dystinum, tá Klæmint – staddur eitt sindur til høgru inni í brotsteiginum langaði til ímóti nærmara málhorni, men málmaðurin gjørdi eina superbjarging út til horna. Í 91. min. hevði Helgi, í góðari skotstøðu, eina roynd sum fór við síðuna av og tá 3½ min. vóru farnir av yvirtíðini hevði Ari – sum kom inn í seinna hálvleiki – eina góða skotroynd sum málmaðurin bjargaði. Samanumtikið kann sigast, at vit høvdu møguleikarnar til at avgera, men vóru ikki nóg neyvir ella hepnir í avgerandi støðunum.

Hóast tað bert bleiv til tað eina stigið, so er kortini nógv positivt at gleðast yvir. Liðið hevur fingið betri skap – tað tykist sum keturnar hanga betur saman, verjuparturin riggaði væl og FCS kom at kalla ikki til nakran uppspældan málmøguleika. Hinvegin vóru – serliga í fyrra hálvleiki – ov nógvar óneyvar langar sendingar (gypp) frameftir, sum onki spurdist burturúr. Tað vísti seg eisini, at so skjótt okkara menn spældu bóltin gekk betur, alt bleiv meira flótandi og møguleikar vístu seg, so tað snýr seg um at tora at spæla og tað skal nokk koma.

Næsta uppgáva er at møta KÍ í kappingini um Løgmanssteypið annan Páskadag í Klaksvík og um liðið byggir víðari á tað vit sóu í dag, kunnu vit sagtans hava vónir um eitt gott úrslit í Klaksvík – livst so spyrst.

Hagtøl:

NSÍ – FC Suðuroy 0 – 0
Liðið hesaferð: Kristian, Monrad, Jens, Helgi, Sjúrður, Jann Martin, Andras, Debes (72. Pál), Árni (67. Ari), Magnus og Klæmint.​

Dómari: Rói Jacobsen

[nggallery id=197]

Líknandi tíðindi