Úr skotgrøvini: Jóan Símun Edmundsson, B68

Nú ársins fyrsta “Golan-brak” verður á Svangaskarði sunnudagin, hava vit vent okkum til ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum, B68. Fjepparin hesa ferð er eingin minni enn landsliðsáleyparin og Newcastle- og Vikingstjørnan Jóan Símun Edmundsson.

Navn og aldur?
Jóan Símun Edmundsson, 20 ár

Hvussu leingi hevur tú spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Frá tí at eg dugdi at ganga, havi eg sparka ein bólt. Havi spælt næstan øll pláss á vøllinum, men mest á teimum offensivu plássunum.

Tín yndisleikari hjá B68? – nú og/ella fyrr
Ein leikari, sum eg minnist serliga væl, er Marcello Marcelinho. Sjálvt um hann kanska ikki var tann mest arbeiðsami leikarin, so var tað ein fragd at síggja hann leika. Sera væl fyri tekniskt.

Størsta løtan við B68?
Tað má vera, tá ið eg leikti mín fyrsta dyst í Vodafone deildini í 2008, á útivølli móti Víkingi. Vit taptu dystin, men tað var ein stórur dagur fyri meg.

Sunnudagin spæla B68 og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ hava ein spennandi hóp við nógvum ungum leikarum, sum nokk skulu yviraska í ár.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Ein leikari sum Christian Høgni Jacobsen vænti eg fer at gera ein vørr sunnudagin, meðan altíð vandamikli Klæmint Olsen hjá NSÍ eisini fer at vera eyðsýndur.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Ein málríkur dystur, sum endar 3-2 til heimaliðið.

Líknandi tíðindi