Betri-liðini

Úr skotgrøvini: Sveinur Tróndarson, Skála

(mynd: Olivur Joensen)

Í skotgrøvini hesa ferð hava vit skarptskjótandi tíðindamannin við drúgvu og fjølbroyttu royndunum innan ítrótt, Svein Tróndarson.

-Navn og aldur?
Sveinur Tróndarson – gongur øgiliga skjótt móti teimum fimti.

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, sum smádrongur. Eg byrjaði sum málmaður, fyri at tað ikki skal vera lygn. Men okkurt ljóst høvd fann útav, at eg helst gjørdi minst skaða – ella mest nyttu – í hinum endanum. Evnini til fótbólt hava tó ongantíð verið tey stóru, og tað forklárar kanska, at eg vist havi spælt allar positiónir á vøllinum. Vit royndu veruliga at finna eitt pláss til mín, men einki hjálpti. Og so fór eg inn at spæla ístaðin.

-Tín yndisleikari hjá Skála? – nú og/ella fyrr
Mær so líkt klári eg ikki bara at nevna ein. Asbjørn Mikkelsen var ein framúr góður fótbóltsspælari, sum, hóast hann ikki er so høgur, var øgiliga sterkur í luftspælinum. Eisini stríddist hann fyri fleiri og var væl fyri tekniskt. John Petersen er ein av bestu spælarum, Føroyar hava átt, og av teimum nýggjaru eru tað Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen, ið báðir eru fyrimyndir fyri teir yngru.

-Størsta løtan við Skála?
Tær eru nógvar, men fari at nevna tvær. Tann fyrra er tann 13. oktober 2001, tá liðið staðfesti fyrru uppflytingina í 1. deild. Tað var ótrúliga stórt, og eingin hevði væntað tað av liðnum, sum flutti úr triðbestu deildini upp í næstbestu deildina í 2000. Stórt, tí tað var partur av einari málrættaðari ætlan um júst at flyta upp. Hon bar bara á mál eitt ár fyrr enn væntað. Tann seinna er 22. apríl 2007. Tá spældi Skála móti GÍ í Gøtu, og sonurin, Hans Jørgensen, stóð fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá felagnum, bara 16 ára gamal. Tað var øgiliga stórt fyri hann, men eisini fyri okkum, sum standa aftanfyri hann.

-Sunnudagin spæla Skála og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ var felagið, sum eg ikki orkaði fyri, tá eg var yngri. Teir úr Runavík, tit vita. Kanska tí, vit so ofta kappaðust júst móti NSÍ – Petur Steingrund og teimum. Havi tó altíð havt stóra virðing fyri tí arbeiði, sum er gjørt í felagnum harúti, serliga ungdómsarbeiðinum hesi seinnu nógvu árini. Tað eigur í nógvar mátar at vera ein fyrimynd hjá øðrum feløgum í landinum.

-Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Um vit taka útiliðið fyrst, so rokni eg við, at Klæmint A. Olsen verður eyðsýndur, tað plagar hann at vera. Andy Ó. Olsen er ein annar, og so plaga Jann Martin Mortensen og Árni Frederiksberg eisini at gera um seg. Hjá Skála rokni eg við, at Pætur D. Jacobsen fær ein týðandi leiklut. Men teir báðir, Ólavur Mikkelsen og Andras Frederiksberg hava eisini týðandi leiklutir á liðnum.

-Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Leikluturin hjá okkara liði í ár er kendur, so trýstið verður ivaleyst á okkum. Eg vóni tí, at okkara vinna, sjálvandi, og har er ein vón, tí NSÍ vann bara við einum móti B68, sum eisini flutti upp í fjør. Men eg eri bangin fyri, at NSÍ eisini vinnur henda dystin. Lat meg siga, at eg vóni at hann endar 1-0, men eg rokni við, at hann endar 0-1.

Líknandi tíðindi