”Av Skipanesi til Æðuvíkar” – lutakastið.

Hóskvøldið 12. apríl verður fyrsta umfar av spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” hildið í Løkshøll í Runavík.  Mánakvøldið møttu øll 8 liðini, sum skulu luttaka í  spurnarkappingini , til lutakastið.

Fyrri dysturin hóskvøldið 12. apríl verður ímillum heitisbygdirnar Skipanes og Æðuvík. Í seinna dystinum leika Saltangará og Rituvík móti hvør øðrum. Í fjør komu liðið úr Æðuvík og liðið úr Saltangará víðari til hálvfinalurnar, og mugu tí metast sum favorittar.

Annað innleiðandi umfarið verður hóskvøldið 19. apríl. Fyrst eru tað Lamba og Søldarfjørður, sum hittast. Hvørki av hesum báðum liðunum komu víðari í kappingini í fjør, men nú fær annað teirra so møguleikan. Talan er um grannauppgerð, so luttakararnir munnu fara at leggja nógv fyri til tess at vinna víðari luttøku.

Seinna uppgerðin verður millum Runavík og Glyvrar. Bæði liðini komu víðari í fjør, Glyvrar allan vegin í finaluna, sum teir báðir Torbjørn Jacobsen og Sverri Justinussen vunnu. Men í ár kann so bert annað teirra vinna sær víðari luttøku.

Evnini, sum spurningarnir koma at snúgva seg um, verða hesi:

  1. Skipaspurningur
  2. NSÍ-søga
  3. Myndaspurningur, har finnast skal fram til eina bygd.
  4. Árstalspurningur. Hendingar í lokalumhvørvinum skulu tíðarfestast.
  5. Ljóðspurningur. Ljóðbrot ”Vespureiðrinum” verða spæld og rødd gitast.
  6. Ítrótt. Spurt verður um aðra ítrótt enn fótbólt.
  7. Landalæra í nærumhvørvinum. Filmskut av støðum í nærumhvørvinum verða víst. Kutini eru tikin upp av Stórafjalli við útsýni yvir Skálafjørðin, Lambavík og Rituvík.
  8. Ymiskt, sum kann vera alt millum himmal og jørð.

Í fjør endaðu umførini við 4 skjótt søgdum ja/nei spurningum. Í ár verður Evropa sett á kortið. Luttakararnir skulu seta rætt navn á londini í Evropa.

Alternativia avbjóðingin verður eitt sindur víðkað í mun til í fjør. Møguleiki verður fyri at syngja ein sang, halda eina røðu, spæla eina sketch ella royna seg í einum truplum spurningi, nøtabrótaranum.

Tey fýra vinnandi liðini hittast í stóra finalukvøldinum, sum verður hóskvøldið 26. apríl.

Líknandi tíðindi