Hvíl í friði Gunnar

Tað skelkaði allar fótbóltsføroyar og føroyingar annars, at evnaríki ungi EB/Streyma-leikarin, Gunnar Zachariassen, sum hevði so lovandi og bjarta framtíð frammanfyri sær bæði fyri lið og føroyska landsliðið, nú so brádliga varð tikin frá okkum í seinastu viku.

Gunnar leikti barna- og ungdómsárini í Danmark, men hevur seinastu árini verið ein eyðsýndur partur av føroysku landskappingini. Í fyrsta dysti sínum fyri besta liðið hjá B36 skoraði hann longu eftir tríggjar minuttir, tá hann í yvirtíðini staðfesti 5-1 sigurin á NSÍ í Gundadali í Ólavsøkudystinum í 2012. Í september í fjør økti Gunnar til 2-1, tá vit taptu 5-1 móti EB/Streymi við Margáir.

Vit høvdu glett okkum til dystin við Margáir í vikuskiftinum, og fyrireikingarnar vóru í hæddini, tá sorgarboðini bórust.

Fótbólturin, sum fyllir so nógv hjá okkum dagliga, og sum leikararnir leggja lív og sál í, gerst óviðkomandi í løtum sum hesum.

NSÍ vil lýsa sína samkenslu við øllum teimum, ið eftir sita, og samstundis vísa samhuga við EB/Streymi, sum hevur mist ein týðandi part av besta liðinum og samstundis ein lim í EB/Streyma familjuni. Harrin styrki tykkum í sorgini.

Líknandi tíðindi