Betri-liðini

Brendaroykur í málleysum javnleiki: NSÍ-TB 0-0

Tað var ikki sørt, at tað luktaði av brendaroyki við Løkin í Runavík, tá Petur Reinert floytaði dystin av leygardagin 20. juni. Dysturin í Effo-deildini ímillum NSÍ og TB endaði málleysur, og tað sóu gestirnir av Tvøroyri út til at fegnast meira um enn okkara menn.

Liðið hjá okkum í dag var soleiðis mannað: Gango, Johan, Monrad, Per, Einar, Hákun, Haraldur, Magnus, Jónhard, Árni og Klæmint.

Dysturin byrjaði lívliga frá okkara síðu. Árni tyktist væl upplagdur í byrjanini og var ein støðug hóttan ímóti TB verjuni fyrstu løtuna. Vit komu til fleiri góðar møguleikar og serliga vóru Jónhard, Árni og Johan nær við. Vit høvdu fleiri góð álop, sum góvu okkum heilt stórar møguleikar, men onkursvegna vildi bólturin ikki inn um stinna TB málverjan.

Sum frá leið, byrjaðu TBarnir eisini at býta frá tær. Teir spældu seg til sínar møguleikar og einaferð vóru boð eftir Gango, tá ein TBari kom leysur ímóti honum. Eisini vóru TBarnir nær við, tá Rógvi Joensen úr eini 20-25 metrum við góðum skoti sendi bóltin á tvørtræið.

Seint í fyrra hálvleiki sendir Árni góðan bólt inn í brotsteigin hjá TB, har Jónhard hegnisliga sendir bóltin ímóti málinum hjá TB, men aftur hesaferð bjargar Ivan í TB málinum væl.

Alt í alt ein hendingaríkur fyrri hálvleikur, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Støðan var 0-0, tá farið varð til hálvleiks.

Vit framdu eina útskifting í hálvleikinum, tá Jens kom inn á miðvøllin ístaðin fyri Harald, sum bara tríggjar dagar frammanundan hevði leikt ein strævnan dyst við føroyska U21 landsliðnum.

Dysturin gekk nú eitt sindur aftur og fram, men NSÍ var væl betri enn TB, og høvdu vit nógv fleiri naskar royndir.

Tá seinni hálvleikur var áleið hálvrunnin, komu Jann Martin og Meinhard á vøllin ístaðin fyri Jónhard og Hákun. Hesir báðir fingu eisini hvør sín stóran møguleika, tá fyrst Meinhard varð sendur einsamallur ígjøgnum, men – hart trýstur av verjuleikarum og málmanni – sendir hann bóltin á stongina.

Nakað seinni skallar Árni góðan bólt inn um TB verjuna, har Klæmint fer í fullari ferð einsamallur ímóti TB málinum. Klæmint sendir bóltin framvið málverjanum, men tíverri fyri okkum eisini framvið málinum.

Tá 5 minuttir restaðu í, kom Jann Martin at standa einsamallur í okkara vinstru síðu, men málverjin hjá TB vardi fyri, tá miðvallarin royndi seg við skoti.

Okkara menn royndu alt teir megnaðu at fáa forloysandi málið, men inn vildi bólturin ikki. Vit vita, at í fótbólti koma dagar sum hesir, so tað er bara beinanvegin at leggja hetta afturum og savna tankarnar uppá truplu uppgávuna, sum stendur fyri framman í Klaksvík fríggjakvøldið.

Kanska hóskandi at minna okkum øll á, at nú øll liðini hava leikt 16 dystir, so liggja vit framvegis ovast á stigatalvuni, so støðan er nú ikki so galin hóast alt.
Vit síggjast fjølment í Klaksvík fríggjakvøldið.

Saman standa vit sterk!

HLP

Líknandi tíðindi