Árni, hann er okkara!

Árni Frederiksberg hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið NSÍ. Hetta merkir, at Árni eisini spælir við NSÍ í 2017!

Landsliðsleikarin hevur nógv flest upplegg í effo-deildini seinastu árini, so týdningurin av Árna á NSÍ-liðnum er sera stórur. Harumframt er hann góður fyri fleiri enn 10 mál hvørt kappingarár.

Hóast áhugin frá øðrum feløgum ikki var til at taka feil av, so vann tað gula hjartað hjá Árna, og tað kunnu allir NSÍ-arar vera takksamir fyri.

Vit kunnu sostatt fara til songar við vissu um, at ein av føroya bestu leikarum spælir við NSÍ aftur næsta ár!

image

image

 

Líknandi tíðindi