Betri-liðini

Linfield FC fyri 4. ferð í Føroyum!

Lutakast hevur verið í Nyon í Fraklandi um, hvør skal leika ímóti hvørjum í komandi Europa League. Fyri okkum í NSÍ lagaði lutakastið seg soleiðis, at vit skulu leika ímóti Linfield FC úr Norðurírlandi.

Linfield FC kenna flestu føroyingar eftirhondini væl. Hetta er nevniliga 4. árið á rað, at teir skulu spæla ímóti einum liði úr Føroyum.

Í 2012 spældi B36 0-0 javnleikir ímóti Linfield bæði úti og heima. Dysturin mátti tí avgerast við brotsspørkum, og tá vann Linfield FC 4-3. Í 2013 vann Linfield fyrst  2-0 í Fuglafirði ímóti ÍF, og síðan 3-0 heima í Belfast. Og í 2014 møtti B36 teimum fyri aðru ferð. Dysturin í Belfast endaði 1-1, meðan Linfield FC vann 2-1 í Havn.

Linfield FC gjørdist seinasta kappingarárið nr. 2 í Norðurírsku kappingini.

Dystirnir verða leiktir 2. og 9. juli. Bæði NSÍ og Víkingur eru trektir at hava heimavøll fyrst. Av tí at bæði liðini ætla sær at leika sínar Europa League dystir á Svangaskarði, kemur annar av okkum at leika útidystin fyrst.

Vinnur NSÍ seg víðari, møta vit vinnaranum í dystinum millum Olimpic Sarajevo (Bosnia & Herzegovina) – Spartak Trnava (Slovakia).

Hini føroysku liðini í evropeiskum fótbólti leika soleiðis:

Champions League

B36 skal møta The New Saints FC úr Wales, og vinnarin skal leika ímóti Videoton FC úr Ungarn.

Europa League

HB spæla ímóti FC Trakai úr Litava. Vinnarin skal spæla ímóti vinnaranum av FC Saxan (Moldova) – Apollon Limasson (Kýpros)

Víkingur tekur ímóti Rosenborg BK úr Noregi. Vinnarin skal spæla ímóti vinnaranum í dystinum millum Cork (Írland) – KR (Ísland)

Líknandi tíðindi