Skála – NSÌ fríggakvøldið kl 19.00

Fríggjakvøldið kl 19.00 er seinasti dystur, áðrenn Effo-deildin fer í ein stuttan summarsteðg. Hesuferð er talan um eina grannauppgerð ímóti Skála. Seinast liðini møttust endaði dysturin 1-1 í Runavík. Nú er so tíðin komin at spæla á Skála, og hevur NSÌ brúk fyri at vinna dystin, um ein skal verða við í oddastríðnum. So talan er um ein sera týdningarmiklan dyst fyri NSÌ. Skála hevur enn ikki tapt á heimavølli í ár, so talan verður um eina trupla grannauppgerð. So tað er brúk fyri øllum góðum stuðli frá øllum NSÌ viðhaldsfólki, so at leikararnir kunnu merkja stuðulin, og vónandi kann tað hjálpa liðnum at vinna 3 týdningarmikil stig á útivølli ímoti Skála.

Vónandi verða fleiri viðhaldsfólk sum fara yvir á Skála at stuðla NSÌ fríggjakvøldið kl 19.00, so vit kunnu vinna dystin, og fara nøgd í summarfrí 🙂

 

Saman standa vit sterk! Og koyr á NSÌ.

 

 

Líknandi tíðindi