Tíðindi

U16 bastu aftur Víkingi

Seinasta vikuskiftið vunnu okkara dreingir ein sannførandi sigur á 4-1 móti Víkingi. Hetta var hálvfinalan í steypakappingini, og tryggjaðu teir sær atgongd til finaluna.
Leygardagin møttust somu lið á sama stað. Tí kundi ein væntað, at NSÍ fór at vera omaná, tá síðsta bríkslið ljóðaði.
Dystir kunnu tó blíva ymiskir. Okkara stýrdu dystinum frá byrjan av. Men, so hendi ein misskiljing í okkara verju, og ein víkingaleikari gjørdist púra leysur og smekkaði bóltin í málið. 1-0 til Víking, hóast teir ongan málmøguleika høvdu leikt seg til.
Okkara menn lótu seg kortini ikki nervað av støðuni. Støðugt søktu teir at málinum hjá Víkingi. Tíðin gekk, og tað fór at nærkast hálvleiki. Tá sóu vit tað. Tað skjóta kombinatiónspælið hjá okkara dreingjum. Andri fekk eina frálíka langa sending fram í vinstru síðu, inn um verjuleikaran og spældi so tvørtur um eftir brotsteigarlinjuni. Har tók Kári bóltin til sín og hegnisliga smoygdi hann sær framvið verjuleikaranum og smekkaði til. Bólturin streyk fram við málverjanum og inn við longru stong, og so varð javnt. 1-1 og hálvleikur.
Sum í fyrra dystinum, so gjørdust fyrstu minuttirnir í seinnahálvleiki avgerandi fyri úrslitið hesaferð. Stutt eftir steðgin varð bólturin sendur inn fyri víkingamálið, har vinir og fíggindar stóðu. Líka legði Jógvan í, hvør har var. Hann setti innarusíðu á bóltin, og so stóð 2-1 til NSÍ. Eitt forloysandi mál.

Restin av hálvleikinum var tað ikki fótbóltspælið, sum fylti mest. Miðskeiðis í seinna hálvleiki metti dómarin seg vera noyddan at vísa ein víkingaleikara av vøllinum fyri sera ósømiligan málburð. Hetta fekk øði í aðrar leikarar, og okkurt gult kort varð eisini havt á lofti. Leikarin, sum fingið hevði tað reyða kortið, var ikki sissaður, og vísti sera ósømiligan atburð. At vera dómari er ótakknemmiligt. Og fleiri munnu kenna seg aftur í tí at havast at dómaranum. Men, her varð farið um eitt mark, og tað er ikki sømiligt.
Við 11 leikarum móti teimum 10 hjá Víkingi skuldi sigurin nú koyrast heim. Okkara høvdu fleiri, heilt nógvar, risamøguleikar, men tóku ikki av. Víkingur royndi við sínum 10 monnum at svara aftur, men tað bleiv ongantíð heilt vandamikið.
Beint fyri dystarlok fall avgerðin endaliga. Eftir at okkara høvdu trýst, endar ein returbóltur  10 metrar uttan fyri brotsteigin, nakað til vinstu fyri víkingamálið. Mórits Heini, sum var dagsins maður, gjørdi ikki mætari enn at høgga til við vinstra beininum. Bólturin fór sum ein eldkúla dygst við stongina longst burtur til 3-1. Ein sonn perla avgjørdi grannauppgerðina hesaferð.
Samanumtikið kunnu vit siga, at okkara gjørdu tað trupult fyri seg sjálvar, tá teir lótu Víking koma á odda. Hinvegin stríddust teir manniliga og megnaðu at vinna hóast alt. Aftur í dag var Andri sjónligur á vinstra kanti. Kári er ein frálíkur bóltspælari, sum dugir væl at halda bóltin á jørðini. Rani spældi eisini ein fínan dyst og Pætur er altíð støðugur á høgra bakki. Besti leikarin í dag var Mórits Heini. Hann vann nógvar bóltar, dugdi at taka ferðina av spælinum og at seta hana upp, tá tað passaði. Hann hevði sera góðar sendingar. Í dag fekk hann eisini eitt mál, sum stendur sum krúnan fyri dagsins dysti. NSÍ er nú aftur einsamalt á odda í deildini fyri dreingir U16.
Næsti dystur er á Tvøroyri á jóansøku. Tá mugu okkara ikki fáa gummibein. TB skal ikki undirmetast.

Líknandi tíðindi