Upptakt: NSÌ-Fulham á Svangaskarði 7 juli kl 18.45
Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri, er ein útvarpslýsing av dystinum NSÌ-Fulham
Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri, er ein útvarpslýsing av dystinum NSÌ-Fulham
Fríggjakvøldið 18 juni, á Eystanstevnu, skipar NSÍ fyri stórari gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Talan verður um eina sera forkunnuga konsert, har Hallur Joensen, Sirikit Jacobsen, TOS og trioin Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni, luttaka. Sum nakað heilt serligt, fáa áhoyrarnir høvi til, fyri fyrstu ferð, at hoyra Hall Joensen framføra úr…
Helst eiga vit bestu hagtøl í Føroyum – møguliga í heiminum. Hvørja viku kunnu NSÍ-fjepparar síggja hagtøl frá øllum NSÍ-dystunum kring landið. Heilt frá U6 til Effo. Hvør tann einasti málskjúttin verður skrásettur. Eisini fylgja sum oftast onkrar viðmerkingar við. Maðurin handan hesi hagtøl er sjálvandi Jonhard Hilmarson Hansen, ið trúliga dagførir facebook-síðuna eftir hvønn…
Sunnudagin (í morgin) kl 13.00 er lutakastið um hvørjum NSÍ kemur at møta í Euroleage kappingini. Kappingin í ár er ørvísi, og talan verður bert um ein dyst um at spæla seg víðari. NSÍ kann í ár møta hesum liðum: St Joseph´s frá Gibraltar Pristhina frá Kosovu Gjilani frá Kosuvu Zeta frá Montonegro Iskra Danilovgrad…
Venjingin fyri børn undir skúlaaldur byrjar nú aftur eftir summarfrítíðina. Dreingir undir skúlaaldur venja komandi mánadag kl 16.30 við Løkin. Gentur undir skúlaaldur venja komandi mikudag kl 16.45 á vøllinum við Glyvra skúla
Undir dystinum móti FC Suðuroy leygardagin fekk NSÍ handað eina Fair Play virðisløn. Svenski felagsskapurin Vänner af Färöisk Fotball letur á hvørjum ári ein sonevndan Fair Play Prize til tað liðið í føroysku Vodafonedeildini, ið hevur fingið fægst kort í einum kappingarári. Heiðurin var fyrstu ferð latin fyri kappingarárið 2009. Og tað vildi so til,…
NSÍ-blusa vaksin kr. 350,00 børn kr. 300,00.Er at fáa til keyps hjá Gudni Nielsen tlf. 448535 – 270635.Til jólar eru tær til keyps í Gamla handli í smb. við Gomul Jól í Heiðinum.
Ongar vørur eru í kurvuni