|

Úr skotgrøvini: Óli Høgnesen, Víkingur


Undan dystinum í morgin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Óli Høgnesen.

Navn og aldur?
Óli Høgnesen, 57.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Fyrstu árini spældi eg við ÍF – tá var eingin vøllur í Leirvík. Eg spældi við besta liðinum hjá ÍF fyrra hálvu av 1973, men fór so niður at lesa. Seinni havi eg so spælt við LÍF. Eg spældi í álopinum, vanliga sum centreforward.

Tín yndisleikari hjá Víkingini?
Tað er trupult at siga. Men eg haldi, at Súni Olsen er ein formidabul fótbóltsspælari. Hjá NSÍ dámar mær væl Chr. Høgna.

Størsta løtan sum Víkinga-fjeppari?
Steypafinalan í fjør móti EB/Streymi, ta vit vunnu 3-2.

Í morgin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
NSÍ er eitt vælspælandi fótbóltslið. Eg kenni fleiri av spælarunum, sum eg havi verið lærari hjá á Handilsskúlanum.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
Hjá Víkingi verður miðvøllurin eyðsýndur, Nenad, Súni og Sølvi. Hjá NSÍ verða tað Christian Høgni, sum mær dámar væl sum leikara og kanska Heðin á Lakjuni.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður í morgin millum Víking og NSÍ?
Fyrr ella seinni í lívinum fer NSÍ at tapa, og vit treingja til at vinna, so eg sigi 2-1 til Víking.

Hvussu ert tú annars nøgdur við samanleggingina av LÍF og GÍ í Víking?
Hana eri eg sera væl nøgdur við. Kanska serliga við atliti til ungdómsarbeiðið. Tað er ein stórur fyrimunur at hava tveir vallir. Vit hava eitt sterkt ítróttarfelag, sum arbeiðir lokalt, og tað gagnar serliga ungdóminum.

Líknandi tíðindi