A-piltarnir til kapping á Sandi

Her er ein lítil frásøgn frá NSÍ piltum A,sum vóru á Sandi leygardagin 30. apríl

Veðrið var av tí allarfagrasta tá piltar saman við foreldrum møttu við NSÍ hølið kl 7.00 leygarmorgun.

Farið var av Gomlurætt 8.45, og kappingin sjálv skuldi byrja 9.30

Leikarnir høvdu rættiliga glett seg til at royna nýggja vøllin á Sandi.

Fyrsti dystur var móti B36b og vunnu okkara ein greiðan 10-0 sigur. Síðan var spælt móti EB/Streym a, og har vunnu vit 2-0. Sigast kann her at vit vóru klárt betra liðið. Síðsti dysturin var móti B71 og vunnu okkara aftur heili 8-0, so tíverri var mótstøðan ikki so stór.

Tó skulu leikarnir saman við Harry Knudsen venjara hava til rós, at dreingirnir rættiliga spældu sum eitt lið, og fleiri av málinum vóru sannar perlur, tá man hugsar um samanspæl.

Tað vóru sum sagt 4 lið, og hvussu var og ikki , so høvdu fyrireikarnir sett málini upp til ½ vøll. Vit gjørdu sjálvandi vart við tað, men aftaná at allir venjarnir høvdu tosað saman, veðrið var av tí allar fagrasta, ja so avgjørdu allir venjarnir at leika á ½ vølli.

Halda ikki at nakað annað NSÍ lið hevur spælt á nýggja vøllinum, men um  so er at hetta var fyrsta NSÍ liðið so kann leggjast afturat at Sonni Mikkelsen er kanska fyrsti NSÍari sum hevur skorað á nýggja vøllinum á Sandi:

Annars vóru hesir við:

Petur Sjúrður Lamhauge, Rani Lamhauge, Benjamin Knudsen,  Birgir Knudsen, Kári Hansen, Pætur Hentze, Aron Knudsen, Sonni Mikkelsen,  Heðin Nielsen og Mórits Heini Mortensen

Úrslitini á sandi 30. apríl

B36b – NSÍa                                  0 – 10

B71 – EB Streymur a                  1 – 3

B36b – B71                                    2 – 1

NSÍa- EB Streymur a                  2 – 0

B71 – NSÍ a                                    0 – 8

EB Streymur a – B36b               4 – 0

Ferðafrásøgn. Trygvi Mortensen
[nggallery id=136]

Líknandi tíðindi