NSÍ a piltarnir komnir í kvartfinaluna

A- piltaliðið var í alvorligum gysara seinnrapartin. Tíðliga í morgun taptu vit 3-1 móti Fredriksund, og longu aftur kl 11.20 skuldu vit í eldin aftur. Hesin dysturin var móti ÍF og vunnu vit greiðan sigur 13-0.

Kl 16.20 var so finalan um annað plássið og var hesin dysturin móti Bredballe. Bæði liðini høvdu 6 stig, men vit høvdu eina betri málúrtøku, so javnleikur var nokk fyri okkum.

Vit fingu eina keðiliga byrjan uppá dystin, tí longu innan teir fyrstu 5 min var Bredballe á odda 1-0. Okkara kempaðu tó allatíðina og vit komu til onkrar málmøguleikar. Tí var tað sum at fáa eina váta spann í høvdi tá Bredballe økti til 2-0.

Okkara sóu eitt sindur uppgevandi út, men so bragdaði, Mórits Heini vann ein bólt á miðjuni, trekti nakað til høgru og sendi eina tvøravlevering til ein púra fríðan Pætur Hentze sum takkaði fyri álitið og smekkaði bóltin í kassan.

Nú fingu leikarnir trúnna aftur og løtu seinnri høvdu vit innkast í høgru síðu. Bólturin kom inn til Mórits Heina, sum hegnisliga sneiddi 2 Bredballe leikarar av, og sendi bóltin upp undir nettakið og nú var støðan 2-2 og villur jubil millum NSÍ viðhaldsfólkið og venjaratoymið.

Bredballe trýsti alvorliga á men vit hildu skansanum og úrslitið gjørdist 2-2 sum var nokk fyri okkum og VIT ERU VÍÐARI.

Klokkan 9 í morgin spæla vit kvartfinalu móti FC Århus.

Piltar B hava eisini spælt í dag. Fyrst var spælt móti HB2. HB2 kom á odda 3-0, men vit bardu okkum aftur uppá 3-2, og leikarnir rættiliga kempaðu fyri sakini. Tíverri skrædnaði tað aftur, og úrslitið endaði 9-2 til HB2. Nú klokkan 18.30 spæla teir seinra dystin móti Fredriksund 2.

B piltanar skulu spæla plaseringsdyst í morgin.

Veðrið er sum sagt av tí allarbesta, so leikarnir drekka nógv vatn og kakao og eta bananir.

Dystarfrásøgn úr Hjørring: Trygvi Mortensen

Myndir sum Mildrid og Kjartan Hentze hava tikið koma seinni

Líknandi tíðindi