|

Sjavsur verður týskvøld

Í morgun lýstu vit við, at sjavsur verður aftur í NSÍ hølinum, og at hetta fór at verða mikukvøld. Síðan eru vit gjørd varug við, at Tjaldur vanliga hevur sjavskapping mikukvøld. Hetta vilja vit í NSÍ sjálvandi ikki gera okkum inn á, og velja tí at flyta okkara sjavskvøld til týskvøld ístaðin.

So fyrsta sjavskapping í NSÍ hølinum í nýggjari tíð verður týskvøldið 10. januar klokkan 19.

Tað kostar 100 kr at luttaka, íroknað kaffi, te og okkurt afturvið. Lutaseðlar verða seldir, og møguleiki er at gjalda bæði við kortið ella við reiðum peningi.

Líknandi tíðindi