Evelin Da Silva Mastropasqu í gulum

Komandi kappingarár kemur 26 ára gamla Evelin Da Silva Mastropasqu at leika við NSÍ. Evelin er ættað úr Brasilia, og kom til Føroyar í 2021, at leika við 07 Vestur. Í summar skifti Evelin til B36.

Evelin er ein sterkur og arbeiðssamur miðvallari, sum er væl fyri tekniskt. Í 54 dystum, hevur hon skora heili 23 mál í bestu deildini hjá kvinnum. Hetta boðar frá einum miðvallara sum eisini skorar nógv mál.

Vit í NSÍ eru heppin at ein so dugnaligir leikari velir at leika við okkum, og gleða vit okkum at síggja Evelin í gulum.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi