Felagið

U-17 landsliðið tapti fyrsta dystin

Føroyska U-17 landsliðið, sum í hesum døgum, luttekur í EM kappingini í Luxemborg, mátti leggja rygg til eitt 5-0 tap móti Fraklandi seinnapartin í dag.

Hálvleiksstøðan var 3-0.

Her er nøkur hagtøl fyri dystin:

Skot á málið: Frakland 14 –  Føroyar 0
Skot við síðuna av málinum: Frakland 8 – Føroyar 3
Hornaspørk: Frakland 9 – Føroyar 0
Fríspørk: Frakland 12 – Føroyar 9
Gul kort: Frakland 0 – Føroyar 1

Liðið: Fríði Sigurðsson, Karl Martin Danielsen, Teitur Olsen, Haraldur Højgaard, Poul N. Mikkelsen, Jón Áki Jacobsen, Hákun Edmundsson, Brandur Olsen (c),Pól Ingason, Jógvan á Lag Jacobsen og Rasmus Sørensen.

Inn komu í seinna hálvleiki: Sigurð Poulsen, Tórur Justesen og Eivin Sørensen.  À beinkinum uttan at koma inn Elias Rasmussen, Meinhard Olsen, Daniel Gudjónsson, Jákup Hansen

Venjarir: Áki Johansen og Pól F. Joensen.

Ferðaleiðari: Trygvi Mortensen.

Liðleiðari: Andras Thomassen.

Vøddamýkjari: Henning Jarnskor.

Lækni: Henrik R. Maltesen

Sjálvt um hagtølini, siga at Frakland sat á dystinum, er úrslitið ikki so galið kortini. Havast skal hava í huga at Frakland hevur eitt tað besta U-17 landsliðið í heiminum.

Í sama bólki sum Føroyar eru, vann Luxemborg 1-0 á Norðurírlandi.

Næsti dystur hjá Føroyum er móti Norðurírlandi sunnudagin 30 oktober kl 15.30.

Góða eydnu víðari í kappingini.

Líknandi tíðindi