U-17 landsliðið. Keðiligt tap móti Norðurírlandi
Føroyska U-17 landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í EM undankapping í Luxemborg, tapti aftur í dag. Endaliga úrslitið gjørdist eitt 2-0 tap móti Norðurírlandi. Støðan í hálvleikinum var eisini 2-0.
Endaúrslitið kundi verið betri, høvdu føroyingar ikki brent brotspark í síðsta min í fyrra hálvleiki. Rasmus Sørensen varð feldur av norðurírska málverjanum, sum fekk beinleiðis reytt kort. Liðskiparin Brandur Olsen varð settur at skjóta men tíverri rakti bólturin stongina. Ì sama minutti fer Norðurírland í álop og skorar til 2-0. Ikki tann besta støðan at taka við sær í umklæðingarrúmið í hálvleikinum.
Sjálvt um Norðurírland spældu við 10 monnum allan seinna hálvleik, megnaði Føroyar ikki veruliga at hótta teir og dysturin endaði eisini 2-0.
Verður hugt eftir dystarhagtølunum, høvdu Føroya betri tamarhald á hesum dystinum, samanborið við dystin móti Fraklandi fríggjadagin.
Dystarhagtøl:
Skot innanfyri málrammuna: N.Ìrland: 9 – Føroyar: 1
Skot við síðuna av málinum: N.Ìrland: 11 – Føroyar: 4
Hornaspørk: N.Ìrland: 11 – Føroyar: 9
Gul kort: N.Ìrland: 2 – Føroyar: 1
Reytt kort: N.Ìrland: 1 – Føroyar 0
Liðið: Elias Rasmussen, Teitur Olsen, Poul N. Mikkelsen, Jón Àki Jacobsen, Karl Martin Danielsen, Teitur Justesen (57 min. Meinhard Olsen), Hákun Edmundsson, Brandur Olsen (L), Sigurð Poulsen (68 min Jógvan á Lag Jacobsen), Pól Ingason og Rasmus Sørensen (46 min Eivin Sørensen). À beinkinum uttan at koma inn Fríði Sigurðsson, Haraldur Højgaard, Jákup Hansen og Daniel Gudjónsson. Venjarir eru Àki Johansen og Pól F. Joensen
Meinhard Olsen sum er yngsti leikarin (14 ár) á U-17 landsliðnum, fekk sína landsliðsdebut í dag, tá hann í 57 min kom á vøllin.
Hjartaliga tillukku við tí Meinhard.
Føroyska U-17 landsliðið spælir seinasta dystin í hesi EM undankappingini. Tann dysturin verður mikudagin 2 november kl 18.00 (okkara tíð) ímóti vertstjóðini Luxemborg.
Góða eydnu.