Aðalfundur 9. februar
Aðalfundur felagsins verður í NSÍ hølinum 9. februar kl. 19.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Møguleiki er at avgreiða ársins limagjald frá kl. 18.30.
Omaná verður ókeypis súpan.
Nú eru venjingarnar av álvara byrjaðar til kappingarárið 2019. Hesir venjingardystir eru avtalaðir inntil víðari. 12 januar AB-NSÍ (Betri) 12 januar NSÍ-B68 (1 deild) 19 januar NSÍ-B36 (Betri) 19 januar NSÍ-B36 (1 deild) 23 januar Víkngur-NSÍ (1 deild) 26 januar HB-NSÍ (Betri) 26 januar NSÍ-Víkingur (1 deild) 02 februar ÍF-NSÍ (Betri) 09 februar NSÍ-TB…
Venjarin settur! Sámal Erik er nýggjur venjari hjá NSÍ. Hettar bleiv kunngjørt leygarvøldi. Eisini er Runi Klein Joensen komin til NSÍ, og verður hann málmansvenjari. Vit ynskja Sámal Erik og Rúna hjartaliga vælkomnar til NSÍ, og góða eydnu í felaginum.
Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri. Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini. Umframt Betuel Hansen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen er Jann Benjaminsen nú eisini úttikin til landsliðið. Sostatt eru fýra…
Málmanslegendan hjá NSÍ og Føroyum verður í dag 50 ár. Orðið legenda verður helst brúkt ov nógv, men tað er næstan ikki nokk til at lýsa Jens Martin Knudsen. Tað er helst ikki neyðugt at presentera mannin serliga neyvt, tí tey flestu kenna hann. Yrkisleiðin hevur verið drúgv og góð. Hann er kendur fyri sína…
Nú er greitt at venjaratoymið er styrkt til komandi kappingarár. Eliesar Olsen og Rúni Rasmussen koma at verða partur av venjaratoyminum, og koma at hava ábyrgdina av 1 deild og U21 hjá NSÍ. Vit ynskja Eliesar Olsen vælkomnan til felagið, og ynskja honum og Rúna Rasmussen góða eydnu.
Undir skúlaaldur (U6) byrja at venja mikudagin 17. apríl á Glyvra plen. Um ein blívur 6 ár í ár, so hoyrir ein til hendan bólkin. Gentir venja frá kl 16.45-17.30, og dreingir venja frá kl 17.30-18.15