Felagið

Grein frá Vespuni, Bjarki Danielsen.

Sandplenin í Søldarfirði gjørdist mítt fundament!

Nú fótbóltskógvarnir eru lagdir á hylluna sum einans 27 ára gamal, er tað ikki frítt at tankarnir fara sveimandi aftur í tíð, har tey fyrstu fótbóltsfetini virkuliga byrjaðu sum ungur piltur. Fótbóltur havi eg altíð verið áhugaður í so leingi eg dugi at minnast. Men eg skal ikki lúgva, tí tá ið Torkil Nielsen skoraði hatta fantastiska málið niðri í Landskrona, tá tendraðist ein neisti inni í mær sum aldrin fer at sløkna aftur og tað er nemliga kærleikin fyri spælinum – fótbóltur. Hetta var eisini um tað mundi tá ið eg byrjaði í fyrsta flokkið í Søldarfirði. Og har eri eg sera takksamur fyri at eg hevði ein floksfelag í Andy Olsen, sum avgjørt eigur ein stóran leiklut í hvussu mín og okkara framtíð fór at vera. Tað er nokk ikki fyrr enn í 3-4 flokki at eg byrjaði áhaldandi at banka uppá dyrnar hjá Ólavi og Súsannu, pápa og mammu Andy, at spyrja um hann ikki tímdi at sparka. Fyrst byrjaðu vit at sparka ímóti garagehúruni hjá nábúgvanum niðanfyri, men tað bleiv skjótt skift út við bøin omanfyri húsini hjá Ólavi og Súsannu, tí har kundi man gera glíðandi taklingar – onkunsvegna hevur tað altíð hóa mær væl men gitið tað liggur skapt í okkum fótbóltsleikarum flest. Síðan hendi tann besta sólskynsøgan í mínum hugaheimi – at ruskplássi, norðan fyri tað sum vit kallaðu fyri Essan, bleiv gjørt til ein sandvøll. Fari eg ikki heilt skeivur, so sat Ólavur Asafson í kommununi og átti hann ein stóran leiklut í hesum. Hetta bleiv okkara paradís í Søldarfirði. Aftaná hvønn skúladag, rann eg niðan við taskuni, tveitti hana inn. Mamma ýldi í køkinum og segði eg skuldi eta døgurða, men svarið var “eg orki ikki” – tað var sjálvandi alt lygn, men alt fyri at sleppa skjótari oman á Sandplenuna har eg visti at Andy bíðaði eftir mær. Har bleiv trena ymiskar skot teknikkir, avleveringar og sjálvandi bleiv tað spælt nógv dyst. Søldarfjørður bleiv ein nógv betri samansjóða eind ein avhesum. Minnist at ofta vóru vit eini 15-20 garpar ið spældu dyst langt út á kvøldið. Sandplenin gjørdist fundamenti hjá Andy og mær at vit vildu meir við NSÍ. NSÍ gjørdist mítt eitt og alt. Sandplenin bleiv skift út við Løkin. Tað bleiv mítt spælipláss tá ið eg bleiv eldrið. Minnist væl sum 15-16 ára gamal, at eg bað mammu koyra meg út til venjing kl 18, men verðuleikin var tann at eg vandi ikki fyrr enn kl 20. Eg gekk runt og eygleiddi 1 liðið hjá NSÍ sum vandi tá. Tað vóru fyrimyndir sum Djóni N Joensen, Oddfríður Gaardbo, Eyðun Gaardbo og Arnfinn Langaard. Eg rann eftir bóltum sum teir skutu viðsíðunar av, alt fyri einum endamálið, tað var at eg møguligvís slapp at venja við síst í venjingini tá ið intervall skuldi spælast, og jú mín sann um tað ikki onkuntíð kom fyri at tað var ólíkatæl og Bjarki bleiv róptur til tænastu. NSÍ hevur sera gott saman hald. Tað eru nógv fólk ið gera eitt kempi arbeiði fyri at fáa tað heila at hanga saman. Soleiðis var tað eisini tá. Umstøðurnar vóru verri men tað hevur uttan iva gjørt felagskapin betrið, tí okkara vælsignaði kjallari niðri við Løkin var sera lítil og intaktur, at tað komst ikki undan at ein var noyddur at tosa við onkran. Av tí sama kom man at kenna sera nógv gott fólk. Kontóri har planurnar fyri vikuskiftið vóru gjørdar, var ikki størri enn mítt baðirúm dugi eg at ímynda mær. Har sótu Jonhard Hansen, Jørgen hjá Jógvan Martini sáli, Marni Olsen sáli og ikki langt frá eg ørminnist Justinus Justinussen eisini. Har sessaðist man mangan eitt fríggjakvøld og lurtaði eftir røvara søgum ímeðan kabalin fyri dómararnar skuldi fylgjast upp fyri vikuskiftið. Her verið eg eisini noyddur at nevna mín ungdómsvenjara Jonhard Hansen. Í fleiri ár koyrdi hann gott í beini á mær og av tí sama fingu vit eitt tætt vinarband sum eg eri seri takksamur fyri ídag. Øll kvøldini í vit báðir sótu í kjallaranum og ornaðu dómarir, har hann síðan koyrdi meg til Søldarfirðar aftaná loksins venjing. Hetta fær undirritaða ikki sørt at blíva smá imotionellan. Og jú mín sann um Jonhard Hansen ikki ger júst tað sama enn í dag – Mr NSÍ !!! Tað er nemliga hesin felagskapurin eg sakni í dag, og tað er nemliga ein stór grund til eg eri farin at døma fótbólt. Tað er saknurin at práta við hesi fólkini í øllum feløgunum runt landið, sum gera eitt megnar arbeiði. Blíðskapurin yvir ein kaffemun kl 09 ein leygarmorgum á Mølini á Eiði t.d fyri at gera eitt dømið. Hetta eru løtir í ríka okkum lívið ímeðan vit eru í tí, men møguligvís ikki hugsa um tað góðu løtuna í nú´inum. Tað var eitt stórt tómrúm í mínum lívið tá ið eg gavst at spæla. Tí vil eg heita allar leikarar í NSÍ familjuni um at nýta løtuna tit eru í nú fúlt út, tí tit fáa ikki løtuna aftur. Standi upprøtt við stoltleika yvir merki tit og vit umboða, nemliga NSÍ! Eg eri sera stoltur av felagnum.

 

Góðan dyst ídag.

 

Vh Bjarki Danielsen.

Líknandi tíðindi