Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá NSÍ

Bakkafrost hevur seinasta góða árið verið høvuðsstuðul hjá NSÍ.

Nú hava Bakkafrost og NSÍ longt høvuðsstuðulsavtaluna við tveimum árum, soleiðis at Bakkafrost eisini verður at síggja á leikbúnunum hjá Vodafoneliðinum hjá NSÍ kappingarárini 2012 og 2013.

NSÍ fegnast stórliga um, at Bakkafrost framvegis vil leggja tryggar lunnar undir felagið, nú fyrirekingarnar til komandi ár eru farnar í gongd.

Samstundis vil NSÍ nýta høvið at takka Bakkafrost fyri góða samstarvið millum partarnar.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og Árni Midjord, varaformaður í NSÍ, skrivaðu undir nýggja sáttmálan inni hjá Bakkafrost.

Líknandi tíðindi