Felagið

U-15 vann á 1-0 á AB í Brøndby Cup 2011

Næsti dystur hjá U-15 landsliðnum varð leiktur seinnapartin í dag móti AB. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Føroyar. Støðan í hálvleikinum var 0-0.

Dreingirnir skuldu reisa seg aftur aftaná tapið móti Vejle í gjár. Líkindini vóru sera góð táið dysturin varð bríkslaður ígongd kl 14.00 í dag. Umleið 22 hitastig og ein sera góður grasvøllur at spæla á.

Tað sást beinanvegin at okkara leikarar vóru uppsettir til dystin. Stríðsviljin var góður, markeringarnar vóru neyvari og bólttryggleikin betri. Sjálvt um AB, er eitt veikari lið enn Vejle, so høvdu okkara leikarar sett seg fyri at stýra dystinum.

Allan fyrra hálvleik høvdu føroyingarnir yvirtakið uttan at teir skaptu so heilt nógvir upplagdir málmøguleikar. AB verjan var stinn og teir satsaðu mest á mótálop, tó uttan at tað nakrantíð gjørdist vandamikið frammmanfyri føroyska málinum.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki.

Føroyar løgdu seg á odda 1-0 táið uml 20 min vóru leiktir av seinna hálvleiki. Meinhard sum er einsamallur áleypari, stríðist væl og vinnur horna. Meinhard tekur sjálvur horna og leggur eina góða avlevering inn í brotsteigin hjá AB.

Meinhard spældi ein sera góðan dyst í dag sum áleypari og skapti nógv órógv í AB verjuni.

Millum vinir og fíggindar fær Absalon Eliasen, sum júst var komin á vøllin, fatur
á bóltinum og fær trýst hann innum málstrikuna og 1-0 leiðslu til Føroyar.

Eftir leiðslumálið royndu AB leikararnir at koma longur fram á vøllin. Teir komu til nakrar fáar møguleikar, men uttan at nakað sera vandamikið spurdist burturúr.

Í morgin skulu dreingirnir leika móti Lyngby, sum er oddalið i bólki 3 sum Føroyar eisini eri í
bólki við.

Hagtøl: U -15 vs AB 1-0 (0-0)

Liðid í dag. Hjalti, Jákup, Bartal, Rói, Hilmar Leon, Aron, Betuel, Esmar, Høgni,
Høgni, Levi og Meinhard.

Tá Betuel gjørdist skaddur kom Sunvar á vøllin. Í seinna hálvleiki komu Jákup
Thomsen og Absalon Eliasen eisini á vøllin.

Myndir koma seinni”…..

Frásøgn

Egil Olsen Brøndby

Líknandi tíðindi