Fótbóltur fyri øll

Fótbóltur fyri øll

FSF og UEFA hava ásett viku 21 til at verða fótbóltsviku fyri øll. Tiltakið kallast “Grassrotts” ella “Fótbólt fyri øll”. NSÍ er eisini við í hesum tiltaki, men hjá okkum verður tiltakið gjøgnumført í viku 22 og 23.

Tiltakið er ætlað øllum áhugaðum og ikki minst teimum, ið vanliga ikki eru partur av tilmeldaðu liðunum hjá felagnum. Her kunnu eitt nú foreldur, ungdómar, pensionistar, fólk við breki, arbeiðspláss, stuðlar o.o. hugna sær við fótbólti. Einans hugflogið avmarkar, hvør kann koma.

Tá ið leikt verður verða eisini myndir tiknar og sendas FSF.
Tit frætta nærri, nær hesir dystir/kappingar verða.

Endamálið er:

1. At ØLL skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum.

2. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.

Líknandi tíðindi