Betri-liðini

Jens dagsins maður móti HB

Síðani Ólavsøkudystin móti HB hava tit atkvøtt um dagsins mann í dystinum. Tað var leingi tætt í oddinum – serliga millum András og Jens. Tá avtornaði valdu tit Jens til dagsins mann við 23 % (38 atkv.) av teimum 162 givnu atkvøðunum. Jens var sera eyðsýndur í verjuni hendan dagin – tær løturnar HB-lopini skolaðu omanyvir okkum, fekk hann bóltin ellla mannin ella bæði tvey.

András fekk 22 % (36 atkv.) á øðrum plássinum, og Mamuka fekk 21 % (34 atkv.) á triðja plássinum.

Í kvøld bíðar ein spennandi uppgáva í sera torføra heimadystinum móti høgtflúgvandi Víkingunum. Vit ynskja Jens, András, Mamuka og øllum hinum góða eydnu.
[poll id=”16″]

Líknandi tíðindi