|

Àheitan!

So upprann dagurin, har NSÌ veruliga sleppur at royna seg. Dysturin ímóti Dinamo Minsk er kl 18.30 í kvøld, og hevur NSÌ nú møguleikan at spæla seg víðari í kappingini. Leikarar fara at gera alt teir kunnu fyri at koma víðari, og vóna vit at alt fer at ganga væl.

Vit fara at heita á øll fótbóltsáhugaði um at møta upp á Svangaskarði at stuðla NSÌ í kvøld. Veðurgudarnir boða frá regni, men fyri ein rættan føroying, so hevur tað onki at siga. So møti fjølment upp á Svangaskarði í kvøld, so at leikararnir veruliga kunnu merkja uppbakning frá viðhaldsfólkinum, tí tað hava teir uppiborið og brúk fyri. Ì dag er brúk fyri ØLLUM stuðli.

Vit vilja vinna, og saman standa vit sterk!

Koyr á NSÌ

 

Líknandi tíðindi