Grassrootstiltak hjá NSÍ vinnari

Vinnararnir av Grassroots kappingunum vóru kunngjørdir fríggjadagin
Fótbóltssambandið  útnevndi mikudagin 19. mai at verða Grassroots dag. Í hesum sambandi varð ein roynd gjørd, at fáa so nógv fólk sum møguligt í Føroyum at spæla fótbólt sama tíðspunkt millum kl 11.00 – 14.00.
Í hesum sambandi vórðu nakrar kappingar fyriskipaðar, og nú tá dagurin er farin afturum, so eru vinararnir í ymsu kappingunum funnir.

Kappingin um besta tiltakið

Ein dómsnevnd hevur nú valt 3 tiltøk úr rúgvuni og kosið hesi sum vinnarar. Eitt av tiltøkunum sum NSÌ skipaði fyri, var millum vinnarnar av kappingini. Grundgevingin varð at tiltakið savnaði eitt stórt tal av fólki við stórari aldursspjaðing – frá teimum heilt yngru til tey heilt gomlu.

Mynd: Tiltakið hjá NSÍ. Fleiri hundrað luttakarar, heilt frá barnagarðsbørnum til fólk á Ellis- og røktarheiminum, vóru ígongd.

Á móttøku í FSF húsinum seinnapartin fríggjadagin 29 mai, fingu umboð fyri NSÌ handað 20 bóltar, sum so kunnu latast víðari til onkran, sum hevur tørv á bóltunum.

Myndakappingin
Av øllum teimum frálíku myndunum, sum vórðu sendar Fótbóltssambandinum, hevur ein dómsnevnd so valt út 3 myndir, sum verða kosnar sum vinnarar. Hesar myndir ímynda á sín serliga hátt, at fótbóltur er fyri øll og kann spælast allastaðni. Ein av myndunum, sum varð vald út, var frá tiltakinum sum NSÌ skipaði fyri á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi. Myndina hevur Adrian Dalsá tikið. Myndavinnararnir fáa eina nýggja landsliðstroyggju og 4 atgongumerki til landsdystin Føroyar – Serbia 3. september.

Mynd: Grassrootsdagur á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi

Líknandi tíðindi