BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ
Í dag skrivaðu Rodmund Nielsen og Dánial Hansen undir avtaluna. Við hesi avtaluni verður BORG høvuðsstuðul hjá NSÍ, og kemur at verða ein sterkur viðspælari í felagnum.
Dánial Hansen fegnast um avtaluna, og er takksamur fyri stuðulin frá BORG. Tí tað hevur týdning at hava góðar stuðlar, og eru stuðlarnir við at tryggja góðu karmarnar í felagnum.
Vit takka hjartaliga BORG fyri stuðulin, og vóna at samstarvi verður gott og gagnligt fyri báðar partar.